Til minnis um Gunnar hjá Albert og Gunhild

Tann 13. juli andaðist Gunnar Konoy í Keypmannahavn, 64 ára gamal.

Gunnar var bæði dani og gøtumaður. Bæði foreldrini vóru úr Gøtu. Pápi Gunnar var Albert Jacobsen, sonur Elspu Sofíu og Óla Jákup í Tjørnustovu í Norðragøtu. Albert misti mammuna, tá ið hann var nýføðingur. Hann kom tá at vaksa upp hjá abbasystrini Marin í Mortanstovu, sum búði í sama túni.


Gunnhild var dóttir Hansinu og Símun Paula úr Konoy, sum var ein kendur politikari tá í tíðini. Abbarnir hjá Gunnar, Óla Jákup og Símin Pauli, høvdu tað í felag, at teir vóru við til at stovna Føroya Fiskimannafelag í 1910/11, og Símun Pauli var formaður felagsins fyrstu 15 árini, og abbasonur Óla Jákup gjørdist seinni formaður í mong ár.


Albert og Gunhild funnu saman sum ung í Gøtu. Tað vóru ikki so nógvir møguleikar hjá ungfólki í Føroyum tá, so tey fóru niður undan krígnum. Tá ið kríggið kom, slapst ikki heim aftur til Føroya, so tey giftust fyrst í 40-unum og fingu børnini: Jákup Pauli, Gunnar, Elsa og Mortan. Albert fekk starv sum fangavørður, og sum slíkur virkaði hann alt sítt arbeiðslív.


Tískil blivu tey verandi í Danmark, og heim teirra gjørdist eitt rættiligt føroyskt heim í Danmark, har tey búðu úti á Amager í Rødegaard 10. Tey høvdu javnan gestir úr Føroyum og ofta nógvar gestir eisini, so tey máttu fara út teirra egnu song fyri at hýsa gestunum.


Tilknýtið til Føroyar kom at vera stórt, og tey eru øll komin nógv til Føroyar. Tey flestu teirra hava eisini búð skifti í Føroyum. Í Danmark hava nærum øll teirra verið virkin í føroyskum felagslívi, og fleiri av børninum, eisini Gunnar, hava sungið í føroyskum kóri í Keypmannahavn.


Gunnar var næstelstur, og vit vóru javnaldrar og systkinabørn. Tað vóru ikki góðar umstøður í Føroyum í 50-unum, tí minnist eg enn, hvussu væl tað kom við at fáa ein klædning, sum Gunnar var vaksin úr, men sum eg passaði.


Búgvandi í Keypmannahavn lá tað væl fyri hjá Gunnar at fáa eina útbúgving. Hann gjørdist løgfrøðingur og fekk eisini starv sum slíkur. Eitt skifti arbeiddi hann á Almannastovuni í Havn.

Tað sá alt væl út hjá Gunnar. Men so verður hann so ófatiliga raktur av sjúku. Fyrst av sjúku, sum gjørdi, at hann mátti gevast at arbeiða. Afturat hesum fekk hann eina ólekiliga krabbasjúku, har fólk vanliga bert liva fáar mánaðir. Sum frískur ber illa til at ímynda sær, hvussu tað kennist at fáa slík boð.


Men Gunnar tók tað sum ein maður og var púra avkláraður um, at hansara dagar vóru taldir, og at hann bókstaviliga talað gekk við deyðanum í hondini. Hann var framvegis tann fitti og fryntligi Gunnar, sum hann altíð hevði verið. Hann kom at liva tvey ár longur enn roknað varð við, og hann tók hvønn av hesum døgum sum eina gávu. Gunnar var giftur við Susanne, og hon var Gunnari ein sera góður stuðul hesa tíð. Tey vildu uppliva so nógv sum gjørligt, meðan tað enn bar til, og tey náddu eisini eina seinastu ferð til Føroyar, har Gunnar kundi fáa tann føroyska mat, sum honum dámdi so sera væl. Tey vóru eisini júst á eini kampingferiu, nú tímaglasið rann út. Hann slapp undan nakrari stórvegis sjúkralegu og fekk tískil fulla gleði av sínum tilmáldu døgum.

Gunnar átti tvey børn, Christine og Trine, og tvey abbabørn.


Friður verið um minnið um Gunnar, systkinabarnið. Jarðarferðin er ikki ásett enn, men verður lýst seinni.


ó.