Nú tað aftur eru jól, hugsa vit um Joen Jacob Gaard Joensen. Gubba-Jack, sum vit kendu hann. Og omba-Jack, sum dóttir okkara, Døgg, kendi hann.
Hann helt jól saman við okkum í Sandavági seinasta ár. Vit vitstu ikki, at hetta fóru at verða hansara seinastu jól. Vit høvdu eini sera hugnalig jól. Einasta minus var – eina løtu – at Omba-Jack fekk mandluna. Hetta dámdi Døgg (sum er 5 ár, hon var 4 ár tá) sera lítið. “Eg varð ordiliga súr”, segði hon einaferð seinni. Men nú er hon ordiliga glað um, at Omba-Jack fekk mandluna.
Gubba-Jack búði í Danmark, men hann var ofta heima og vitjaði. Tað er ikki ov nógv sagt, at hann fylti nógv í tilverum okkara, tá hann var heima. Á tann góða háttin. Barndómsheimið, sum stendur á Soylheygnum í Skopun, er enn í familjuni, hóast ongin av systkjunum býr í Sandoynni í dag. Og Jack var tann, sum helt fast um hetta. Hann kundi ikki koma heim til Føroya, uttan at hann fyrst av øllum skuldi til Skopunar. Slapp hann ikki tað, var tað ongin heimtúrur. Skopun var heimið, hjartað og grundarlagið, og Jack elskaði at vera har. Í summar kom Jack heim í juni mánaða, tí at brúdleyp var í Vestmanna. Hann kom til Føroya kvøldið fyri brúdleypið, men har var onki at gera, til Skopunar skuldi hann fyrst. Sjálvur hevði hann onki koyrikort, so tað var at seta himmal og jørð í rørslu, soleiðis at Jack slapp suður til Skopunar, og síðani morgunin eftir at fara eftir honum og fáa hann til Vestmanna. Soleiðis var Jack. Og soleiðis var lívið við Jack í tí.
Hann var so ótrúliga glaður tá hann var heima seinasta juni mánað. Í brúdleypinum skein hann av gleði, tó at nýrasjúkan tyngdi hann ovmikið. Hann gisti í Sandavági, á veg aftur til Danmarkar, og hann sang og veipaði við ørmunum um kvøldið, og lagið var eisini fantastist, tá vit um morgunin ótu okkara allarseinasta morgunmat saman.
Døgg og pápin koyrdu Jack út á flogvøllin henda morgunin í juni. Hann var glaður og klemmaði okkum fast, áðrenn hann fór avstað. Segði farvæl, takkaði fyri seg, og fór. Hann kom ongantíð heim aftur til Føroya. Dagarnir eftir hetta, gjørdist hann alsamt verri fyri, og seinastu tíðina skiftust systkin hansara um at vera hjá honum. Í august andaði Gubba-Jack fyri seinastu ferð. Kroppurin orkaði ikki meiri. Hjartað hevði ikki meiri sløg eftir. Seinastu ferð Jack tosaði við systkin síni, lat hann tað vera greitt, at hann hevði frið við at fara heim til skapara sín, og tað troystar løtur sum hesar - tá saknurin, sum alla tíðina er til staðar men sum gerst enn størri, tá løtur eru kenslubornar og jól eru.
Eftir eina minnisløtu í Keypmannahavn, varð Jack jarðaður í heimbygdini, Skopun. Hetta var ein serstakliga vakur dagur, og tað kendist sjálvsagt og náttúrligt, at ferð hansara á fold endaði, sum hon byrjaði. Í Skopun, har barndómsheimið á Soylheygnum enn stendur, eitt sindur tómari nú, Jack er farin, men enn er tað heim hjá teimum, sum hoyra heima har.
Við hesum vilja vit lýsa frið við minninum um Joen Jacob Gaard Joensen. Takk fyri alt.
Sandavágur, jólini 2009
Petur