Tað var ringt at ímynda sær, at henda sera livandi kvinnan skuldi vera farin so ung. Men hetta var satt. Hon hevði verið sjúk í eitt ár, og her var einki at gera.
Tað vóru ótrúliga nógv, sum kendu Jonny, og hetta var serliga í samband við sjúklingahotellið Hotel Tórshavn í Keypmannahavn.
Hetta hotell man vera eitt tað hentasta tiltak, sum er gjørt fyri sjúklingar, sum mugu fara uttanlands at fáa viðgerð, og til teirra avvarðandi.
Men at fáa hetta at rigga kravdi eisini sín ”mann”, sum bæði dugdi at skipa fyri og sum dugdi við fólki.
Her var Jonny tann rætta. Hon gjørdist fyrsti leiðarin, tá ið hotellið opnaði í 1976 í Gothersgade við sjógvarnar mitt í býnum. Tað var eisini her, at vit komu at kennast. Tað var tó ikki tí, at heilsuni bilaði nakað. Men hotellið var upprunaliga grundað á, at avlopspláss kundu latast øðrum ferðandi. Slík avlopspláss vóru eisini fyrstu árini. Eg havi tí eisini gist har ofta, tá leiðin gekk framvið Keypmannahavn. Fekk tí eisini møguleika fyri at fáa eina kenslu av, hvussu fólk kendu seg á heiminum.
Tað var skjótt, at Hotel Tórshavn gjørdist ivaleysa trongligt, og at tað ikki bar til at búgva har longur. Endin var eisini, at hotellið flutti, men hetta er ein onnur søga. Men framvegis var farið inn á gólvið hjá teimum, tá ið høvið beyðst, og altíð føldu ein seg so sera vælkomnan. Vit kundu práta um støðuna á hotellinum eins og vit fylgdu við, hvussu tað gekk við familjunum hjá hvørjum øðrum. Tað sama var, tá ið vit hittust, eisini í Føroyum, og fingu eitt prát.
Jonny var fødd 10. mai 1940 í Hósvík. Foreldrini hjá henni vóru Bodil f. Hansen og Herman Hermansen. Tey vóru ein partur av føroysku lagnusøguni. Í mai 1934, komandi ár fyri 75 árum síðani, gekk sluppin Nólsoy burtur við 20 monnum. Av hesum vóru 11 úr Hósvík. Tá misti mamma Jonny tríggjar pápabeiggjar og ein beiggja umframt onnur í síni ætt. Pápi Jonny, Herman, doyði eisini í góðum árum, 49 ára gamal. Jonny eigur tríggjar beiggjar. Herman og Edvard búgva í Hósvík, og Hans Jacob býr í Havn.
Jonny fór sum ung at læra til sjúkrasystir og tók prógv á Slagelse Centralsygehus í 1962.
Hon fekk starv á landssjúkrahúsinum sama ár. Tað vóru fleiri av hennara arbeiðsfeløgum frá hesi tíðini við til jarðarferðina, og tær lótu sera væl at henni sum samstarvsfelaga.
Frá 1968 til 1976 arbeiddi hon hjá Jacob Højgaard og Andor Ellefsen, kommunulæknum í Havn.
Hotel Tórshavn var eitt heim
Men í 1976 fekk hon starvið sum leiðari á Hotel Thorshavn, har hon virkaði í samfull 24 ár fram til ár 2000. Hon arbeiddi tvey ár aftaná sum sjúkrarøktarfrøðingur í Korsør, har tey áttu hús. Hon fór úr starvi í 2002.
Jonny varð jarðað í Hósvík. Ein stór fjøld fylgdi henni. Ein stórur partur vóru fyrrverandi sjúklingar og teirra avvarðandi, sum hava búð á Hotel Tórshavn. Hetta fylgið var í sær sjálvum eitt gott prógv fyri, hvønn týdning Jonny hevur havt fyri hesi fólk, sum veruliga hava verið í eini útsettari støðu, har deyðin var ein støðug hóttan og dagligur gestur.
Hetta kom eisini fram í taluni hjá prestinum Martin Restorff Jacobsen, hann segði tað, sum nógv hugsaðu. Jonny spreiddi gleði og ljós, har hon var millum hesi fólk, sum vóru illa fyri vegna egna sjúku ella sjúku hjá næstringum.
Tað var trupult hjá mongum at fara heimanifrá. Ofta var tað eisini fyri langa tíð. Tað vóru tey, sum vóru á Hotel Tórshavn í ár og meira enn tað. Men tað eydnaðist at fáa skapt eitt heim, har øll føldu seg sum ein familja. Ofta var trongt, og tá tóku tey fólk inn í terra egnu íbúð. Jonny var eisini altíð tøk hjá fólki, um fólk høvdu okkurt á hjartað, og hetta var ikki sjáldan.
Jonny giftist í 1964 við Andreas Joensen, ættaður úr Havn. Hann er sonur Tóru, ættað úr Kollafirði, og Nigga undir Klettu. Andreas hevur eisini verið Jonny ein stórur stuðul, ikki minst árini á Hotel Tórshavn. Tey fingu tvey børn, Herman sum er føddur í 1964 og Tóru, sum er fødd 1968. Ommubørnini eru fýra í tali, og tey vóru eitt og alt hjá ommuni.
Andrias og Jonny høvdu vónað at fáa nøkur friðarlig ár í sínum nýggja heimi í Vanløse uttanfyri Keymannahavn. Men soleiðis skuldi ikki gerast.
Jonny fekk somu lagnu sum nógv av teimum, sum hon hevði umsorgan fyri, nevniliga at verða rakt av ólekiligari sjúku í góðum aldri. So merkiligt kann tað vera.
Vit eru mong sum koma at minnast Jonny við virðing.
ó.