Mánamorgunin 20. desember frættist, at Klæmint var farin. Nógvir tankar fara fram-við eina sovorðna løtu: Tú hugsar um familjuna, sum hevði so stóran týdning fyri hann. Eisini leita tankarnir aftur í tíðina um til-burðir og hending-ar.
Hann kom á handils-skúlan seinnapartin av 80?árunum. Hann var ikki ein maður, sum impo-neraði við síni fram-ferð, men hann vann við tíðini. So við og við komu vit at kennast, og virðing-in vaks, og sum frá leið eisini álitið. Tá ið tú spurdi hann til ráðs, so visti tú, at hann tók ikki støðu til ein spurning eftir, hvat var lætt og bekvemt. Eingin kundi skuldseta hann fyri at vera oppor-tunist-iskan. Tað kann vera, at hann fór skeivur viðhvørt, men hann royndi at finna eitt slag av rættvísi í øllum viður-skftum. Gavst tú honum mótspæl, so lurtaði hann eftir og var ikki fast-læstur. Tí var hann hollur í ráðum.
Tað er ein stríðsmaður, sum er farin, segði ein starvsfelagi henda dagin. Nógv dømi eru um tað. Eitt skfiti var Klæmint formaður í LH. Tá fall tað honum í lut at ganga á odda í stríðnum um sjálvan samráðingar-rættin, sum var komin í vanda. Hann stóð sum drangur í brimi og vann hetta stríð fyri okkum. Hann spardi seg ikki, men stríddist fyri liðið. Hann hevði virðing fyri mót-støðu-monnun-um. Men tá ið vandi var á ferð, var hann kom-promileysur og avgjørdur, men hann fór eftir bólti-num. Hann sá tað sum sína skyldu at tala at, tá ið myndug-leikar ikki bóru seg rætt at, og hann gjørdi tað eisini.
Yrkingin, sum Janus Djur-huus yrkti í 1944 um M. A. Jacobsen, sum doyði hetta árið bert 52 ára gamal, hóskar væl til Klæmint, sum náddi sama aldur. Her er annað ørindi:
Bjart var títt skygni og skarpt títt vit,
sterkur tú tóktist í sessi,
snøggliga komu so boðini: flyt,
klokkurnar ringja til messu.
Til familju og næstringar - tit, sum eru rakt av einum brotasjógvi - er ringt at finna nakað at siga, sum hevur meining. Men sálmaskaldið Albert B. Simpson hevur skrivað hesi orð til tey, sum eru í somu støðu sum tit:
Hann, sum millum vreiðar bylgjur trygt á sjónum gekk,
stillar stormin harðasta, sum vald á okkum fekk.
Hann, sum græt og bað í angist í Getsemane,
deilir hvørja sorgarskál, ið sett er fyri teg.
Vit minnast Klæmint við takksemi.
Olav