Til minnis um Margith Nielsen á Eiði

Góða elskaða omma

Tað var ikki í mínum tonkum, at tá eg segði farvæl og mussaði teg á kjálkan niðri á Korndalsbýlinum fyri trimum vikum síðani, at hetta skuldi vera síðstu ferð vit sóust í hesum lívinum. Eg trúði bara, at vit fóru at síggjast aftur á jólum - líkasum vit hava gjørt tey seinastu árini. Men soleiðis skuldi tað ikki vera. Vit hava sagt farvæl fyri seinastu ferð, men eina ferð skulu vit aftur heilsast. Tað verður gott.

Á omma, hevði tú vitað, hvussu svárt tað er at sita uttanlands og ikki kunnað vera saman við abba og restini av familjuni. Eg kann bert ugga meg við, at tú endiliga ert komin heim. Heim har eingir koyristólar eru, og har sjúkan endiliga einki vald hevur á tær longur.


Hvørja ferð eg kom heim, royndi eg altíð at koma norður til tín og abba skjótast gjørligt. Ofta fór eg beinleiðis norður til tykkara, áðrenn eg hevði verið heima. Eg veit, hvussu nógv tú virðismetti at fáa vitjan av tínum ommubørnum, og hvussu hetta gleddi teg. Meðan abbi plagdi at standa í kjallarahurðini, sat tú altíð í køksvindeyganum og vinkaði tá farið varð avstað aftur, til bilurin var farin um sýn.

Altíð var tað líka stuttligt at koma inn til tykkara. Hóast tú hevur verið merkt av sjúku og er viknað tey seinastu árini, so hava bæði tú og abbi altíð gjørt tykkara fyri at tykkara gestir skuldu føla seg væl. Eg minnist ikki eina ta einastu ferð, at eg ikki eri farin glaður og mikið ríkaður aftur til Havnar eftir at hava verið á vitjan.


Omma, tú hevur ikki havt lættastu lagnu her á jørð. Sum 12 ára gomul misti tú mammu tína, og sum elsta barn mátti tú taka tær av tínum trimum yngru systkjum, meðan langabbi var úti og sigldi. Ikki kann tað hava verið lætt fyri teg sum ein blaðunga gentu, men hvussu er og ikki, so megnaði tú uppgávuna til fulnar.

Í Havn tænti tú hjá Katrinu Christiansen, har tú møtti abba, sum so sanniliga skuldi vísa seg at verða tær ein góður maður og stuðul. Fimm døtur fingu tit saman, og ikki kann tað altíð hava verið líka lætt at uppdrigið tær einsamøll, meðan abbi hevur verið til skips. Men allar komu tær væl undan, giftust væl og góvu tær 18 ommubørn og 2 langommubørn við tí triðja á veg. Jú omma, tú kanst saktans vera stolt av tær sjálvari.


Umsorgan hevði tú sum fáur. Tað gekk næstan ikki dagur, at tú ikki ringdi til okkara fyri at vita, hvussu stóð til. Og vóru vit á Eiði og skuldu koyra heim, tryggjaði tú tær altíð, at vit ringdu norð, tá vit vóru suðurkomin. Ofta gloymdu vit tað, men tá kundu vit vera vís í, at telefonin heima hjá okkum ringdi, og tú ella abbi spurdu, um vit vóru komin suður í øllum góðum.


Tað er eingin loyna, at mesta partin av mínum lívi hevur tú verið bundin at koyristólinum. Eg minnist, hvussu eg hvørt kvøld í eitt ár bað Gud um at gera teg fríska. Tað gjørdi Hann ikki, men Hann hevur altíð verið hjá tær og styrkt teg í sorgar- og vónloysisløtum. Hóast tú ikki komst upp aftur at ganga, kláraði tú bæði at fáa málið aftur og ikki minst títt hondarbeiði, sum tú gekst so høgt uppí. Við nakað av hjálp frá abba megnaði tú við einari hond at brodera so nógvar dúkar, at um ikki hvør, so annarhvør gestur hevur fingið ein dúk heim við. Fyri ikki at tosa um tey føroysku klæðini, sum tú hevur broderað til flestu av tínum ommubørnum, míni írokna. Tað er næstan ikki ólavsøkan, at onkur ikki viðmerkir, hvussu vøkur tey eru. Nei, sanniliga setti tú teg ikki hendur í favn og tók synd í tær sjálvari. Men tað var nú heldur ongantíð tú.

Tær góðu løturnar, sum eg havi havt saman við tær og abba, eru óteljandi. Eg kann ikki koma undan at nevna hoyggingina úti í Kollsbyrgi, sum so væl savnaði alla familjuna. Abbi slerdi, meðan vit sluppu at venda, ríva, heingja upp í turkilag, dragsa og fyri ikki at gloyma at spæla uppi í hoynum. Við endan av degnum plagdi tú altíð at koma við nýbakaðum pannukøkum og putursukur. Slíkar ótrúligar løtur kann man ikki annað vera takksamur fyri.

Hóast tú hevur verið sjúk í so mong ár, hava tú og abbi altíð verið sentrum fyri alla familjuna. Gott dømi um tað er allar tær ferðir, sum vit hava hildið jólaaftan saman við tykkum. Hvørja ferð mamma hevur spurt okkum, hvussu og hvar vit skulu halda jól tað árið, havi eg altíð hildið uppá at halda jól norðuri á Eiði saman við tykkum. At vit vóru 16 saman síðsta jólaaftan og 30 fyrsta jóladag vitnar bara tað sama.


Góða omma, tað følist so svárt at skula siga endaligt farvæl. Alt, vit hava havt saman, er nú minnir. Góð og dýrabar minnir, sum eg fari at hava við mær restina av lívinum. Vit, ið eftir sita, kunnu troysta okkum við, at tú nú ert komin til ein betri stað. Alt stríð, øll tár og øll sjúka er nú burtur, og einki uttan gleði og sæla skal fylgja tær. Omma, takk fyri alt tað, tú vart.


Óli Jákup