Til minnis um Vigtor Albinus

f.19. novembur 1948 – d. 6. juli 2008.

Tað vóru ógvuliga tung boð at fáa, at lívsneisti tin – systkinabarnið – var slóknaður. Tú hevði verið sjúkur í nógv ár, men kláraði brekið við at taka tablettir og annars passa upp á teg sjálvan. Ì juni mánað bleiv tú lagdur undir skurð, fyri fyri hetta brek. Tíverri funnu læknarnir á Skejby hospitali út av, at operatiónin fór ikki at eydnast, og tú kom tí heim aftur við vón um at liva sum vanligt í fleiri ár, men so bleiv ikki, tann 6. juli slóknaði lívsneisti tín. Eingin veit á morni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.


Vit vóru saman so gott sum hvønn dag í nógv ár, vóru vit ikki á útróðri so umvældu vit okkurt umborð á Heimdal. Hvørt vár vóru vit á norðhavinum í upp til hálvan annan mánað, vit búðu umborð á Heimdal, har vit matgjørdu til okkum sjálvar og høvdu nógvar hugnaligar løtur saman við hinum útróðrarmonnunum, fyrst í Ondarfirði og tey síðstu árini í Klaksvík. Eg minnist nógvar góðar kortløtur, antin í lugarinum hjá okkum, umborð hjá Karl Arna ella umborð hjá Arthur sála, hetta vóru løtur sum eg vil minnast aftur á so leingi eg livi.


Karl Arni segði fyri mær, at hann var óvgvuliga glaður yvir, at hann hevði verið og heilsa uppá teg, dagin fyri at tú læt eyguni aftur fyri seinastu ferð. Hetta untist tíverri ikki mær, góði vinur.


Aftaná at eg fór niður við familjuni at búgva, høvdu vit ofta telefonsamband við hvønn annan, og hvat tosaðu vit mest um - útróður sjálvandi, Grethe og tú vóru eisini her niðri og vitjaðu okkum. Eisini frøddist eg yvir at tú var so glaður fyri arbeiði títt á røktarheiminum.


Tað var ógvuliga tungt fyri meg, at vera við til at bera teg til tín seinasta hvíldarstað undir Akurgerði og serliga tungir vóru dagarnar aftaná, tá ið mínir tankar førdu meg aftur til tað tið, vit høvdu havt saman.


Góða Grethe, eg veit, at tað er ógvuliga hart hjá tær at liva uttan Vigtor, tit vóru næstan altíð saman um alt sum tit gjørdu, men sum tú sjálv segði, lívið skal livast víðari, og eg ynski tær alt gott í framtíðini.


Takk fyri alt góði Vigtor.


Eg drýpi høvur og lýsi frið yvir minnið um Vigtor Albinus.


Heri