Sjey mánaðir eru nú gingnir síðani Petur Arni so brádliga doyði. At Petur Arni skuldi fara her frá, bert 18 ára gamal kom sera óvart á okkum. Ongantíð høvdu vit hugsað tann tankan, at Petur Arni ikki skuldi blíva gamal, hann, sum altíð var so fullur av lívi. At missa teg góði Petur Arni, er so ómetaliga svárt, og lívið verður ongantíð tað sama aftur. Men minnini um teg kann eingin taka frá okkum, og tey eru bæði nógv og góð.
Petur Arni kann ikki samanberast við nakran. Tað sum var so serstakt við Petur Arna, var at hann altíð var í góðum hýri og av tí sama, vóru øll so sera góð við hann.
Nógvar góðar og stuttligar løtur, høvdu vit saman við Petur Arna, bæði á arbeiðsplássinum og í frítíðini. Har ið okkurt stuttligt fór fram, var Petur Arni, altíð mitt í rokanum. Eisini kann sigast um Petur Arna at hann var altíð nemmur at tosa við bæði til stuttleika og í álvara. Petur Arni var væl dámdur allastaðni, bæði av ungum og gomlum. Ongantíð vilja vit gloyma teg og tær góðu løturnar, vit fingu saman við tær, men goyma hvørja einstaku løtu saman við tær væl í hjørtum okkara.
Tá vit fylgdu tær til títt seinasta hvíldarstað her á foldum, sást týðuliga á tí stóra skaranum, hvussu nógv vóru góð við teg og fóru at sakna teg.
Góði Petur Arni takk fyri alt tú vart í okkara lívi.
Guð signi minnið um Petur Arna.
Jana, Herdis og
Niels Pauli