Tað var ræðuligt at fáa deyðsboðini av tær sunnukvøldið 21. februar. Man stendur spyrjandi, hvussu ber tað til, hví og hvat. Tú var so ung, einans 31 ára gomul. Tað er ikki í tí endanum, man væntar at fáa deyðsboð. Men deyðin spyr ikki um aldur, tá hann bankar uppá.
Tú vart uppkallað eftir mammu og pápa, sum eisini doyðu ung; men tú vart uppaftur yngri enn tey.
Tú hevði verið í Havnini saman við dóttrini og Derhard, og sagt pápa tínum farvæl, tí hann skuldi avstað við Ennibergi sama kvøld. Tit fóru glað avstað aftur vestur, ikki tveir tímar aftaná, fáa foreldrini deyðsboð um teg. Einki kann verða meira óverðuligt og so ræðuligt. Tú var jú ikki sjúk, tað man visti um.
Eg minnist, tá tú vart fødd, eg eri jú 19 ár eldri enn tú, eg minnist so væl, tá eg fór út á sjúkrahúsið at vitja mammu tína og teg. Og líka klárt stendur tað fyri mær, tá tú sjálv fekst Henny, og eg aftur tá kom á sjúkrahúsið at vitja, hesaferð teg og tína dóttir. Hvussu stolt og glað tú vart, og hvussu tú strálaði, tá tú segði, at sjúkrasystrarnar søgdu, at tær beinanvegin sóu hvør áttu lítlu, tí hon líktist tær so nógv.
Vit eru systkinabørn; men av tí, at tað eru 19 ár ímillum okkum báðar, so hevur tað ikki verið tað stóra sambandið okkara millum.
Men tá vit fyri knapt fýr árum síðani vóru í Íslandi til jarðarferð hjá Óskar, tá komu vit báðar saman við tínum systkjum, Herdis og Jákup og mínum brøðrum, Steindor og Niels Paula at búgva saman í íbúðini hjá Valborg. Og sjálvt um vit vóru til eina jarðaferð, so hugnaðu vit okkum og høvdu tað deiligt saman har. Tá kom eg at kenna teg betur.
Vit fóru í býðin at keypa okkum stás, og nógv varð grinið, onkur hevði ilt við at fáa buksurnar at sita og onnur ilt við at fáa skjúrtu at passa o.s.v., vit hugnaðu okkum virkuliga. Tú keypti nógv stás til Henny, tú keypti og keypti, tú kundi ikki fáa nokk til hana.
Tá eg kom heim aftur úr Íslandi, segði eg við Johannes, at eg á túrinum hevði lært teg betur at kenna, og at tú vart nakað so fitt og stuttlig at vera saman við, tú vart so hittinorðað og kláraði altíð at svara aftur, um onkur hevði hug at arga, tú fekst altíð tað síðsta orðið og so flentu vit.
Á veg heim aftur í flúgvaranum kundi vit heldur ikki lata vera við at flenna eftir Herdis, sum sat ímillum okkum báðar, og klípti okkum í lørini, tí hon var so bangin.
Hjálpsom vart tú eisini. Vit vóru í Íslandi um várið, og sama ár um heystið skuldi eg hava konfirmatión, og tú bjóðaði tær longu tá til, at tú kundi gera okkurt fyri meg. Eisini bjóðaði tú tær fram at koyra meg og Herdis til Havnar, sjálvt um tú búði har vesturi.
Eisini nú tá Johannes og eg høvdu silvurbrúdleyp, bjóðaði tú tykkum fram, har Derhard gjørdi eina lekra tertu til okkum.
So Katrina góða, tín partur lá ikki eftir. Saknur er í tær. Væl var tú lýdd, tað sást á tí stóra skara sum fylgdi tær til tín seinasta hvíldarstað.
Jesuspápi styrkir tykkum ið eftir sita. Tær Derhard góði, og lítla fitta Henny, og verpápan, sum Kathrina var so góð við. Og tykkum Jacoba og Christian, Herdis, Jákup og Valbjørn.
Jesuspápi gevur tykkum øllum styrki at koma víðari uttan Kathrinu, tit eiga øll góð minnir um hana.
Við samkenslu
Vit í Brobbersgøtu 14