Í gjárkvøldið fór Absalon Matras fyri 25. ferð úr Føroyum til Rumenia. Við sær hevði hann ikki minni enn sjey tons av klæðum og øðrum til tey neyðstøddu harniðri.
Sosialurin hitti hann uttanfyri Christianskirkjuna, tá hann saman við øðrum var í ferð við at lessa bussin.
Absalon sigur, at ein kann ikki ímynda sær alla neyðina í Rumenia. Ein má síggja tað fyri at trúgva tí.
- Tá ein hevur sæð, hvussu ringt tey hava tað, og hvussu fátøk tey veruliga eru har niðri, tá sær ein, hvussu gott vit hava tað herheima, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tað er ræðandi at síggja allar sjúkurnar, sum eru í umfari har. Fólkini eru gravskitin, tí tey hava ikki ráð at keypa sápu, so tey kunnu vaska sær.
- Har eru so nógv sjúk børn eisini, og tað er syndarligt at síggja alla neyðina og elendigheitina, sum er har. Eg havi sæð børn, sum vóru so skitin og illa fyri, at klæðini vóru byrjað at rotna av teimum, sigur hann stillisliga.
Bussurin hjá Absaloni er lessaður við klæðum, dýnum, seingjarklæðum og madrassum. Men ongin matur ella sápa er við, tí tað eru sera strangir reglar í Rumenia fyri tílíkum. Absalon sigur, at um hann hevði havt mat við, so hevði tað verðið tikið frá honum við markið millum Ungarn og Rumenia. Tí hevur hann heldur pening við til tey neyðstøddu.
Nú hevur hann verið so ofta har niðri, at fólkini kenna hann aftur, tá hann kemur. Tað fyrsta tey spyrja hann um hvørja ferð, hóast tey vita tað, er um hann ikki hevur mat við.
- Tá er tað, vit heldur geva teimum pening, tí vit ikki kunnu hava matin við.
Absalon sigur eisini, at fyrr plagdi hann at hava sápu við úr Føroyum, so tey kundu sleppa at vaska sær, men tað sleppur hann ikki inn í landið við longur, so nú fer ein partur av pengunum eisini til sápu.
Skiftust um skógvar
Hóast hann nú hevur verið so ofta í Rumenia, so hevur hann framvegis ikki vant seg við at síggja neyðina.
- Ein venur seg aldrin við at síggja fólk í fátækradømi. Ímynda tær, fólk ið eru so illa fyri, at tey ikki ein gongd eiga pening til at keypa sápu, so tey kunna vaska sín egna kropp, sigur Absalon.
Hann greiðir frá, at einaferð tá tey komu til Rumenia, vóru tey stødd í eini lítlari bygd. Har var ein familja við 12 børnum. Tá bussurin kom til bygdina komu fólkini sjálvandi ímóti teimum beinanvegin, tí tey høvdu frætt aðrastaðni frá, at har var hjálp at heinta.
Henda familjan átti bert eitt par av skóm. Og tað vóru skógvarnir hjá mammuni. Og teir skógvarnar skiftust børnini um at brúka, soleiðis at bert eitt barn kundi fara í skúla um dagin. Næsta dagin slapp so eitt annað barn og so framvegis. Men í bussinum vóru nógvir barnaskógvar, so tá bussurin hevði verið har tann dagin, áttu børnini í hesi familjuni hvør sítt par og kundu tí øll fara í skúla í senn dagin eftir.
Gentan, sum hevði havt skógvarnar hjá mammuni tann dagin, kom rennandi aftan á bussinum, tá hann koyrdi avstað. Og gleðin og tøkkin lýstu úr eygunum á henni, tí hon nú hevði fingið einar skógvar bara til sín at brúka.
- Tað merkisverda av øllum hesum var, at hon eisini var so ómetaliga fegin, tí hon visti, at vit fóru til ta næstu bygdina. Og har búði ein vinkona hjá henni, og hon hevði eisini brúk fyri skóm, og tað fegnaðist hendan gentan næstan líka so nógv um, sigur Absalon og leggur afturat, at fólkini í Rumenia hóast fátækradømi hugsa sera nógv um hvønnannan.
- Tey siga hvørjum øðrum, at tey hava fingið hjálp, og hvaðani tey hava fingið hana, so at hini eisini kunnu fáa ágóðan av Rumeniahjálpini, sigur Absalon, og tað skilst á honum, at hann hevur alla virðing fyri hesum neyðstøddu menniskjunum, sum á ein ella annan hátt duga at sýna næstrakærleika í allari neyðini og fátækradøminum.
Skrásettur í Rumenia
Tað er sera strangt hjá útlendingum at koma til Rumenia. Har er strangt eftirlit við markið. Tá Absalon kom har fyrstu ferð, stóðu vápnaðir hermenn frammanfyri bussin, meðan hann bleiv kannaður.
Í dag er tað ikki longur so strangt, tí nú kenna teir Absalon og hansara ørindi í Rumenia.
- Teir plaga at heilsa mær nú og eru sera hjálpsamir eisini, so nú er tað munandi lættari, tá vit skulu um markið, sigur Absalon.
Hann sleppur eisini at koyra frítt runt í Rumenia, tí hann er skrásettur sum humaniterur hjálpari í landinum.
Hann og hansara fólk búgva í býnum Timisoara. Ella rættari sagt, er tað teirra tilhaldsstað. Tí tey koyra jú so at siga kring alt landið. Men tað er gott at hava eitt stað at halda til.
Hesuferð skula tey tó til ein bý, sum eitur Constanca. Hann liggur heilt suðuri ígjøgnum niðri við Svartahavið beint upp til markið við Bulgaria. So tað verður ein drúgvur túrur at koyra frá Timisoara til Constansa.
- Teinurin er líka langur sum alt Týskland, sigur Absalon.
Hann greiðir frá, at rumenarar sjálvir geva kommunismuni skuldina fyri alla neyðina í landinum. Rumenarar siga, at Rumenia var eitt ríkt land, áðrenn kommunismuna.
- Tað verða ein rúgva av pengum nýttir til alt eftirlitið, sum er í landinum, greiðir Absalon frá. Hann sigur, at tað er so nógv øðrvísi enn tað, vit eru von við herheima.
- Til dømis, um eg skal keypa okkurt har, so telji eg fyrst eftir, um tað er nóg mikið av pengum. Síðani telur kvinnan handan kassan, síðani ein triðji persónur, og so framvegis. Tað skulu nógvir pengar til tílíkt eftirlit, vísir Absalon á.
Neyðin í Rumenia er tó ikki bert á bygdunum. Absalon sigur, at óansæð, hvar ein so ferðast í landinum, so er neyðin sjónlig. Tað eru nógv, sum hava tað gott, men sanniliga eisini nógv, sum ikki hava tað gott.
- Um tú fert ein gongutúr í einum býi í Rumenia, so sært tú nógv fólk, vaksin og børn, í dýrastu neyð.
Rumeniahjálpin
Absalon nýtir hvørt oyra, sum hann vinnur til hetta vælgerandi endamálið. Einaferð hevði hann einans 250 krónur eftir, tá hann kom umborð á Norrønu, men hann sigur, at tað hugsar ikki so nógv um.
- Eg skal nokk klára meg.
Hann arbeiðir sjálvur bert frá mei til septembur, og so koyrir hann túrar til Rumenia hinar partarnar av árinum.
Ein tílík ferð er ikki ókeypis, hóast hon er til góðgerandi endamál, og tað skal nógvur peningurin til fyri at røkka málinum, og kunna fara fleiri túrar um árið niður til Rumenia. Og so er spurningurin, hvar peningurin kemur frá.
- Eg veit ikki at siga akkurát, hvar peningurin kemur frá. Men eg brúki hvørt oyra, sum eg havi sjálvur. Harafturat hava vit eina konto, sum eitur Rumeniahjálpin, og har seta nógv fólk pening inn. Til dømis kann eg nevna einaferð, tá eg kom aftur av einum túri, tá stóðu brádliga so nógvir pengar á konto-ini, at eg kundi fara í gongd við fyrireikingarnar til næsta túrin beinanvegin, greiðir hann frá.
Og hann er sera takksamur fyri beinasemi, sum fólk hava víst honum í sambandi við hetta tiltakið. Bæði við at lata klæðir og annað inn, og so eisini við at lata pening.
Hetta er 5. ferðin hjá Absaloni til Rumenia í ár, og ein freistast at spyrja hann, um hann ikki hevur hug at steðga.
- Eg havi hugsað um at steðga, men eg kann ikki. Eg havi sæð so nógva neyð, og hvussu ringt fólk hava tað, at tað er ikki hugsingur um hjá mær at gevast, sigur hann og leggur afturat, at hann ætlar sær ein túr afturat í ár, áðrenn veturin av álvara fer at gera um seg.
- Eg má royna at koma niðuraftur har einaferð afturat, so tey hava eitt sindur av heitum klæðum til veturin. Tí tá tey hava fingið klæðir, so hava tey tað sindrið meira av pengum til eitt nú mat og brenni.
Munurin millum summar og vetur í Rumenia kann verða upp til 80 gradir. Kuldin kann fara líka niður í ?40 gradir í fjallalendinum og ?20 gradir á slættlendinum.
- Tað ringasta fyri tey um veturin er, at tey eiga onki brenni. Og tað royna vit so eisini at nýta pening frá Rumeniahjálpini til. Vit keypa brenni og býta tað so javnt millum tey, soleiðis at tey vónandi klára seg gjøgnum veturin, greiðir Absalon frá.
Peningurin frá Rumeniahjálpini fer sostatt til brenni, sápu og mat, tí tað sleppur Absalon ikki at hava við sær í bussinum.
- Eg plagdi at hava sápu við fyrr, men tá munn og kleyvasóttin fór at gera um seg, bleiv tað bannað. Men eg ætli mær at fara at spyrja, um eg ikki kann hava sápu við aftur nú.
Imanuel og Absalon
Absalon koyrir ikki bara fyri seg sjálvan til Rumenia. Í Havn er tað samkoman Imanuel, sum stendur fyri Rumeniahjálpini, og so plaga tey at skiftast um at hava ta fíggjarligu ábyrgdina av túrinum. Á seinasta túrinum var tað Imanuel, sum hevði ábyrgdina, men hesuferð er tað aftur Absalon sjálvur.
Hann sigur, at fólk í Føroyum eru ófør at lata til Rumeniahjálpina, og tað sást avbera væl á øllum sekkunum, sum eru pakkaðir í stóra bussin frá Mouritsen. Men inni í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni standa fleiri sekkir eftir enn, sum ikki passa við henda túrin. Tað er ongin vandi í tí, tí Absalon fer avstað aftur ein túr afturat einaferð í novembur.
Hann hevur havt ein minni buss á hinum túrunum, men hesuferð hevði Mouritsen bjóðað honum ein buss, og hann er nógv størri.
- Tað er deiligt, tí so kann eg hava nógv meira við, sigur Absalon Matras, sum leggur dent á, at tað berandi í øllum er at síggja, hvussu fegin onnur kunna verða um okkara yvirflóð.