Anfinn Kallsberg fekk eitt øgiligt valúrslit. Við 819 persónligum atkvøðum setti hann met í Norðuroyggjum, og við tveimum eykavaldum megnaði Fólkaflokkurin at varðveita tann eina tingmannin, sum teir sambært ávísum veljarakanningum stóðu til at missa. Og Anfinn Kallsberg var sum vera mann eisini ein glaður politikkari aftaná valið.
- Eg havi tað øgiliga gott beint nú. Kanska eitt sindur móður, men eg eri ótrúliga glaður fyri úrslitið. Bæði fyri meg persónliga og fyri flokkin. Hóast tann velduga ágang móti mær og flokkinum í seinastuni megna vit at halda skansan, sigur Anfinn Kallsberg.
Nógvir møguleikar
Anfinn Kallsberg vil ikki siga nakað um, hvønn flokkur hansara helst ynskir at sleppa í samgongu við, og hann fjalir ikki, at har eru nógvir møguleikar.
- Eg vil ikki siga nakað konkret um samgongumøguleikar beint nú. Tað er givið, at har eru rættiliga nógvir møguleikar, um mann hyggur eftir tølunum. Bara hugflogið setir markið. Bæði ein breið og ein smøl samgonga eru møguligar, vísir Anfinn Kallsberg á.
Seg sjálvan í aðru røð
Teir tríggir av hinum stóru flokkunum hava allir greitt meldað út, at teir fara ikki uppí eina samgonga, har Anfinn Kallsberg antin verður løgmaður ella landsstýrismaður. Spurdur um, hann ella Fólkaflokkurin finna seg í hesum, sigur Anfinn Kallsberg, at hann er til reiðar at seta seg sjálvan til viks um neyðugt.
- Tað mest avgerandi fyri Fólkaflokkin er at fáa okkara politik framdan í verki. Og tað ger mann bara, um mann kemur í samgongu. Persónsspurningar koma í aðru røð, sigur ein avgjørdur Anfinn Kallsberg at enda.