Eitt av stóru fundarhølunum á Hotel Føroyum var týsdagin karmur um eitt heldur óvanligt tiltak. Tað var GEM, sum stóð fyri hesum tiltaki, ið varð ein sokallað borðvenjing í sambandi við eina ella aðra tilbúgvingarstøðu, tá fyrstu pallarnir at bora eftir olju koma inn á føroyska landgrunnin. Út frá einum stórum landakorti av Føroyum, landgrunninum og grannalondunum vóru allir luttakararnir settir í sambandi við ymiskar tilbúgvingarstøður, sum kunnu taka seg upp, alt frá einum eldibrandi umborð á einum boripalli til eina tyrluvanlukku. Eitt bretskt felag, "Link", sum ráðgevir í nettupp tilbúgvingarspurningum, hevði fingið til uppgávu at standa fyri venjingini, sum er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Link hevur drúgvar royndir innan tilbúgving sum heild.
Hilmar Danielsen, leiðari á Atlanticon, sum samskipar alt virksemið hjá GEM í Føroyum (GEM er umhvørvis- og trygdarsamstarv millum oljufeløg og føroyskar stovnar) heldur, at tiltakið var væleydnað. Leikluturin hjá GEM er at geva sítt íkast til sjálvan frálandapartin í tilbúgvingini.
Við vóru umboð fyri oljufeløg og teir stovnar í Føroyum, sum hava við eina komandi tilbúgving at gera, eina tilbúgving, sum m.a. skal handfara tilbúgvingaruppgávur í sambandi við komandi oljuleiting. Har vóru umboð fyri sjúkrahús, løgreglu, Vaktar- og Bjargingartænatuna, flogvøllin, marinustøðina, stýrini undir landsstýrinum og bjargingarfeløgini, eini 30 fólk. Oljufelagið Agip hevði leiklutin sum operatørur.
Venjingin tók upp allar hugsandi spurningar í sambandi við eina tilbúgvingarstøðu: hvør tekur sær av hvørjum og hvør setir seg í samband við hvønn osfr.
Hilmar Danielsen sigur, at tað áhugaverda í komandi tilbúgving er ma., at føroyska leitiøkið liggur á leið miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. Spurningurin er tí í hvønn mun tilbúgvingartiltøk kunnu setast í verk frá bretskari síðu eisini, nú teir hava drúgvar royndir og teirra tilbúgving umfatar leiðirnar nærhendis føroysku leitiøkjunum.
Hilmar Danielsen sigur, at teir fara at fylgja hesi fyrstu venjingini upp seinni í ár, og næsta ár er so ætlanin at hava eitt sokallað "fullscale exercise" tvs. eina venjing, sum gongur fyri seg úti á økinum og ikki inni í einum fundarhøli.
Tilbúgving í Bretlandi
Sosialurin skilur, at tað hevur skund at fáa greiðu á í hvønn mun føroyskir myndugleikar kunnu gera brúk av tilbúgvingini í eitt nú Hetlandi, sum umfatar Atlantsmótið. Hetta er eisini tengt at lóggávuni. Sum støðan er í løtuni bíða oljufeløgini eftir útspæli frá føroyskari síðu um, hvussu lóggávan á tilbúgvinginaøkinum kemur at síggja út. Skal man t.d. bara brúka føroyska lóggávu ella stendur man frítt eisini at troyta tænastu í grannalagnum?
Tá tað kemur til neyðstøður so er man ikki bundin av kravinum um, at alt skal um føroyskan keikant. Hetta var eitt mál, sum eisini varð tikið fram undir venjingini. M.a. var frá sjúkrahúsins síðu gjørt vart við, at tað eru ávísir sjúklingar, sum vit ikki kunnu taka ímóti, her m.a. teir við brunasárum. Har tíðin hevur so nógv at siga kann tað vera óheppið fyrst at taka ein sjúkling til Føroya fyri síðani at flyta hann av aftur landinum.
Tilbúgvingarspurningurin gerst alt meira átrokandi, nú oljufeløgini skulu til at bora um minni enn eitt ár. Hinvegin hevur tilbúgvingin týdning fyri alt samfelagið sum heild, og bíðast kann ikki við henni longur, skulu vit vera tilreiðar at fyribyrgja ringastu avleiðingunum av eini ella aðrari vanlukku. Málið hevur ligið á láni leingi og nú er tað so oljuleitingin, sum skundar undir tað.
Ein trupulleiki hevur verið at finna fram til, hvør hevur ábyrgdina. Higartil hevur Vinnumálastýrið staðið fyri arbeiðinum at fáa eina lóggávu á økinum. Men er málið farið yvir til Fiskimálastýrið at umsita. Spurningurin er so um hetta kemur at skunda undir málið ella seinka tað? Fólk, sum arbeiða við tilbúgvingarmálinum siga seg vóna, at gongd nú kemur á av álvara.
Alex Buvik, leiðari í Oljumálastýrinum sigur seg vera væl nøgdan við venjingina. Ikki minst tí at hon eisini loysti upp fyri nøkrum spurningum, sum arbeiðast skal við.