Tilflytarar og føroyingar hittast á kafé

Reyði Krossur hevur leingi ynskt at gera nakað munagott við integratión av tilflytarum inn í føroyska samfelagið, og tí hava vit, saman við øðrum tikið stig til hesi sambindingarkvøldini, sigur Enna Garðshorn Mikkelsen, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi.

 

Hon vísir á, at systirfeløgini hjá Reyða Krossi í grannalondunum hava drúgvar og jaligar royndir av at skipa fyri slíkum tiltøkum, og sigur, at tað gleðir hana, at undirtøkan eisini tykist stór her í Føroyum. Saman við Reyða Krossi eru tað fólkini aftan fyri Hvussu kunnu vit hjálpa, Býarbókasavnið og bókasavnið við Løkin, sum skipa fyri sambindingarkvøldunum.

- Bókasøvnini vilja eisini gera nakað gott og tá skipað varð fyri tiltakinum Hvussu kunnu vit hjálpa í Norðurlandahúsinum, var høvi hjá fólki at skriva seg á ein lista, um tey vildu hjálpa ítøkiliga, sigur Enna Garðshorn Mikkelsen.

 

Sunneva Háberg Eysturstein, Tóta Árnadóttir, Enna Garðshorn Mikkelsen og onnur standa aftan fyri sambindingarkvøldini. Reyði Krossur hevur havt hugskotini, men ofta mangla fólkini, men tey eru fingin til vega gjøgnum Hvussu kunnu vit hjálpa.

- Eftir fleiri fundir gjørdust vit samd um, at vit skulu royna hesi sambindingarkvøldini og vit ynskja veruliga at føroyingar koma við. Útendingar skulu fáa møguleikan at hitta føroyingar, men føroyingar skulu eisini fáa høvi at hitta útlendingar. Samskiftið má ganga báðar vegir, sigur hon. Í tíðindaskrivinum stendur, at sambindingarkvøldið er eitt stað, har vit hugna okkum saman, koma at kennast og læra hvør av øðrum.

 

Lítið høpi er í at hava eitt slíkt kvøld uttan luttøku frá tilflytarum, men Enna Garðshorn Mikkelsen sigur, at tey arbeiða málrættað við at fáa kunning um sambindingarkvøldið út til tilflytararnar.

- Í fyrireikingarbólkinum eru tveir útlendingar, sum bera tíðindini víðari til sítt netverk, umframt at vit hava samband við fleiri onnur, so eg vænti, at kunningin um tiltakið verður góð, sigur hon.

 

Býarbókasavnið verður rammað um kvøldini, sum vera annað hvørt týskvøld, frá klokkan 19.30 til 21.30.