Útiliðið møtti men ikki heimaliðiað

Flogbóltur: FBF lýsti undan vikuskiftinum við, at ÍF og Fram í meistaradeildini hjá monnum skuldu leika, men tá Framleikararnir møttu á Kambsdali vóru teir einsamallir

Tá FBF sendi kappingaryvirlitið út undan vikuskiftinum varð sagt frá, at ÍF og Fram í meistaradeildini hjá monnum skuldu leika á Kambsdali fríggjakvøldið, og tað hildu Framleikararnir seg eisini til.

Men tað vóru teir einsamallir um. Tá teir møttu á Kambsdali var einki heimalið. Orsøkin til at ÍF ikki møtti til dystin var, at teir hava ikki høllina ta tíðina fríggjakvøld, sum FBF hevði sett teir at spæla.

Úr Flogbóltssambandinum frætta vit, at talan má vera um eina misskiljing, tí dysturin var fluttur, og ÍF hevði fingið boð um at dysturin var fluttur eins og Fram hevðiu fingið boðini.Hvussu verður við dystinum nú er eingin greiður yvir, men FBF skal viðgera støðuna ein av døgunum hava vit skilt.

Tað er tó einki yvir at dylja, at talan er um eina sera óhepna støðu sum er íkomin. Vit hoyra meiri frá málinum tá avgerð er fallin.