Tillukku Hoyvíkingar!

Ungdómurin í Hoyvík við H71 á odda hevur umsíður fingið játtað ítróttarhøll. Hóskvøldið í síðstu viku samtykti býráðið ætlanina við bert einari atkvøðu ímóti. Tilboðini uppá byggingina skulu verða inni innan 17. november 2000 og verður høllin ætlandi klár summarið 2001.


Fólkagrundarlagið í Hoyvík er stórt og veksur skjótt og kemur høllin tí sera væl við. Serliga eru tað yngru deildirnar hjá bæði gentum og dreingjum, sum fáa betur umstøður.

H71 hevur ongantíð fingið somu rættindi til høllina á Hálsi og høllina í Gundadali, sum hini havnarfeløgini. Heilt frá byrjan hava hølisviðurskiftini hjá H71 verði sera trong. Hjá fleiri av ungu og evnaríku spælarunum hava umstøðurnar ført til, at teir eru farnir úr hoyvíksfelagnum til hini havnarfeløgini. Hølisviðurskiftini hava verið ein beinleiðis forðing fyri menning felagsins.

Hóast 1. manslið í hondbólti altíð hevur verið raðfest høgt í H71, hava teir ikki havt somu venjingarumstøður, sum hini feløgini teir kappast ímóti. Við nýggju høllini fær H71 møguleika at víðka virksemi til aðrar ítróttargreinar enn hondbólt. Borðtennis og badminton hava fyrr verði ítróttargreinar har H71 hevur staði seg væl í kappingini.

Tí veður einki at ivast í, at hoyvíkingar, við nýggju høllini, fara at gera seg enn meiri galdandi á føroyska ítróttipallinum í framtíðini

Høllin verður karmur um virksemi av øllum slag. Ein høll til hoyvíkingar, vestanfyri skúlan, fer at eggja til ítriv og virkni hjá okkara skúlabørnum og skapa eitt umhvørvi, sum, fyri ein part, kemur at virka sum eitt slag av ?frítíðarskúla? aftaná skúlatíð.


Anna Dahl-Olsen

Valevni til Tórshavnar býráð