Høgni Hoydal
--------
Føroyar eru ikki ein býur í Kina. Men tá tú seinastu dagarnar lesur Sosialin í nýggjum sniði og Portalin – sum Sosialurin fær pengar frá Føroya Tele fyri at leggja sína propaganda út á – so kundu vit tað sama verið í Kina. Stjórnartrúgvari amboð og grovari reinging av veruleikanum, finnir tú neyvan um okkara leiðir. Um tú fylgir við, hvat gongur fyri seg í politikki og lurtar eftir og lesur aðrar fjølmiðlar, so trýrt tú ikki, at tað er sama land, tú livir í, tá tú lesur Sosialin og Portalin.
Eirikur Lindenskov er nú einsamallur blaðstjóri, meðan Jan Müller er í farloyvi, og tað hevur sanniliga sett síni spor beinanvegin.
Oddagreinarnar hjá Eiriki liggja nú á Portalinum sum tíðindagreinar. Og Tjóðveldið skal sum vanligt niðurgerast og heingjast út, meðan samgonguflokkarnir sleppa snikkaleysir og javnaðarflokkurin sjálvandi verður róstur. Kemur so eitt kritiskt orð frá Eiriki um samgonguna – sum var í seinastu oddagrein – so verður beinanvegin stúvað av við, at Tjóðveldi sjálvandi er líka ringt ella verri. Og kritikkurin av samgonguni kemur sjálvandi ikki á Portalin.
Stjórnartíðindi eiga frítt at fara
Í Sosialinum og á Portalinum hevur ongin verulig viðgerð verið av tí fullkomna ruðuleikanum og ábyrgdarleysa politikkinum, sum landsstýrið og samgongan hava skapt seinastu 8 árini. Og lesur tú hesar miðlarnar seinastu 14 dagarnar, har upploysnin í samgongu og landsstýri er fullkomin, so sæst lítið og onki til tað, hvørki í Sosialinum ella á Portalinum. Har hava landsstýrisfólk og løgmaður fría mikrofon og atgongd at fáa øll tíðindaskriv út.
Fríggjadagin stóð tildømis á Portalinum, at løgmaður nú kallaði landsstýrið á fund til tess “at viðgera fíggjarkarmar og reformar”(!). Hetta var dagin eftir, at samgonguflokkarnir í ein heilan dag høvdu lopið á og spilt hvønn annan út fyri uppskotið hjá sama landsstýri um fíggjarkarmar. Men vóru nøkur tíðindir um tað á Portalinum ella í Sosialinum? Ja, gitið sjálvi. Og vóru nøkur tíðindi fríggjadagin um, at Løgtingið viðgjørdi ítøkiliga uppskotið hjá Tjóðveldi um ein fiskivinnureform og Tilfeingisbúð (ið annars fekk góða móttøku og rós í flestu flokkum)? Nei, vit gera jú bara fortreð og eru orsøkin til, at samgongan ikki fær arbeitt.
Andstøðan er trupulleikin
Ístaðin hevur Eirikur Lindenskov hesa vikuna og um páskirnar persónliga havt fleiri tíðindastubbar á Portalinum, sum endurgeva hansara oddagreinar um, at Tjóðveldi og undirritaði skulu hava framt dreingjalótir og glantrileik, tá ein samlað andstøða legði fram misálit móti sitandi samgongu fyri páskir (men sambært Eiriki var tað altso eg persónliga, ið gjørdi tað og ein spjadd andstøða).
Og tann ótrúliga journalistiska vinklingin liggur í tí, at Hergeir Nielsen og Karsten Hansen vóru burturstaddir, tá misálitið varð viðgjørt. Tað var løgmaður eisini og aðrir samgongumenn, men tað er sjálvandi ikki áhugavert. Eirikur hevur hvørki tosað við undirritaða ella onnur í andstøðuni, og hann hevur ikki endurgivið ella viðgjørt nakað um grundgevingarnar og orðaskiftið í sambandi við misálitið.
Hevði hann gjørt tað, so hevði hann jú verið noyddur at viðgjørt tann politiska veruleikan og hvat veruliga fór og fer fram. Tí veruleikin er jú tann – sum eisini varð grundgevingin fyri misálitinum – at hvørki andstøðan ella Føroya fólk visti, um vit høvdu nakra samgongu, tá uppskotið til fíggjarkarmar varð lagt fram. Vit vistu bara tað sama, sum onnur høvdu hoyrt í fjølmiðlunum og tímarnar undan tingfundinum. Heilt fram til tað síðsta hoyrdu vit, at roynt varð at finna semju. So hvussu skal andstøðan fyrireika seg til eina støðu, sum er í ruðuleika og kann broytast, hvønn minutt?
Men tá mikudagurin rann upp og tingfundur skuldi setast at leggja fram uppskotið um fíggjarkarmar, kundu vit sláa fast, at Fólkaflokkurin segði seg ikki hava álit á tí uppskoti, sum Løgmaður og Fíggjarmálaráðharrin vildu leggja fram.
Tann morgunin hittust vit allir andstøðuflokkarnar og gjørdu av, at um hetta ikki var grundarlag fyri einum misáliti á samgonguna og landsstýrið – ja, so er ongantíð grund fyri einum misáliti.
Vit gjørdu greitt, at um andstøðan ikki var at sær komin og kravdi hendan glantrileikin at steðga, har teir flokkar, ið skulu eitast at mynda stjórn, dag og dagliga í fjølmiðlum spilla hvør annan út, reka valstríð við landsstýrissessum og skap andstygd fyri politikki, so fór sirkussið bara at halda fram eftir páskir og kanska vikur og mánaðir afturat. – Og tað er júst tað, sum vit nú uppliva.
At øll sita í óvissu, og at vit ikki kundu gera støðuna upp, fyrrenn beint undan tingfundinum, er sanniliga ikki orsakað av nøkrum glantrileiki frá andstøðuni. Tað er bert samgongunnar verk. Og hetta elvdi so til, at ikki fekst fatur á tveimum tingmonnum tann morgunin og tískil heldur ikki kundu innkalla varafólk, tí tað skal gerast persónlioga – sum kortini fult og heilt stuðla allari restini av andstøðuni í misálitisuppskotinum.
Men hetta fær Eirikur Lindenskov gjøgnum Sosialin og Portalin altso gjørt til ta stóru søguna. Leggur meg persónliga undir at “spæla við einum misáliti”. sigur, at “andstøðan stendur spjadd”(!), og rósar javnaðarflokkinum fyri at standa væl saman og nærum at hava offrað seg almikið í sambandi við misálitisuppskotið (!).
At ímynda sær um stjórnin var ein onnur...
Her er talan um grovasta propaganda og at flyta fokus burtur til frama fyri eina sundurbrotna samgongu og ein ávísan flokk. Her var ongin spurningur settur um, hvussu tað ber til, at ein samgonga ikki fær misálit, tá bæði ein heilur flokkur og stórur partur av flokki løgmans, dagliga siga seg ikki hava álit á tí, sum løgmaður og landsstýrið gera.
Vit kunnu nú bara sum eitt hugsunardømi ímynda okkum, hvat Eirikur Lindenskov hevði gjørt og skrivað, um Tjóðveldi var í samgongu í løtuni. Vit vita øll, at har hevði neyvan verið ein forsíða turr við standandi ákærum um niðurpíning, kaos, offring av vælferð o.s.fr. Og lat okkum ímynda okkum, hvat hevði hent, um ein tjóðveldisløgmaður sat í løtuni – og hon ella hann tildømis ikki møtti upp til at viðgera eitt misálitisuppskot móti sær. Á, tú mildi Portalur og Sosialur, ið tá hevði verið. Og hevði hetta ikki verið nóg mikið, so hevði Eirikur Lindenskov kunnað borðreitt við eini eina lásagølu ella annað íspunnið og ósatt við einum javnaðarpolitikara sum keldu, eins og gjørt varð seinast Tjóðveldið var í samgongu.
Vit kunnu eisini sum eitt hugsunardømi ímynda okkum, hvat hevði hent í Noregi ella Svøríki, um tey høvdu havt eina stjórn, ið hevði sitið í 8 ár og hevði mist alt tamarhald á búskapinumog ikki kundi semjast um ein fíggjarkarm. Og at forsætisráðharrin ikki møtti upp til viðgerð av einum misálitisuppskoti á stjórnina. Mundu Expressen, Dagens Nyheter ella VG hava sent tíðindir út um, “at oppositionen skaper kaos”, og ikki viðgjørt ein einasta bita av grundgevingunum og viðgerðini av misálitinum? Og síðani endurgivið tíðindaskriv frá forsætisráðharranum um, at hann fór at kalla stjórnina saman at viðgera fíggjarkarmar eina viku eftir at eitt kaotiskt uppskot varð farið í tingið og húðflett av somu stjórn.
Hvat hevði tá verðið sagt um støðuna hjá norðurlendska fólkaræðinum og leiklutin hjá eini kritiskari pressu?
Vit fíggja øll stjórnarpropaganda
Men hetta ber altso til í Føroyum. Á Portalinum hjá einum almennum partafelag, ið er mest lisni miðil í Føroyum, og sum enntá rindar Sosialinum og Eiriki Lindenskov pening fyri, at hann leggur slíka propaganda út til ung sum gomul í Føroyum.
Hvørja ferð eg ringi – og hvørja ferð ein stórur partur av Føroya fólki ringir, er á netinum ella sms’ar – fíggja vit hendan ótrúliga tíðindaflutning.
Haldi, at hetta er so flott, at eg má ynskja Sosialinum, Portalinum og Føroya Tele tillukku við, at hetta kann bera til í einum nútímans samfelag.
(Ei dáni í, at propagandain virkar so væl, at eisini ein fyrrverandi tíðindamaður, sum Ívar Iversen, ikki kann koma til aðra niðurstøðu enn hana, at undirritaði og Tjóðveldið hava skyldina av støðuni í Føroyum, eftir at javnaðarflokkurin, fólkaflokkurin og sambandsflokkurin hava stýrt og havt alt valdið í 8 ár).