Eingir serføroyskir fiskastovnar vóru til viðgerðar í hesum umfari, men felagsstovnar og ferðandi stovnar, eitt nú kongafiskur í Irmingarhavinum, svartkjaftur, norðhavssild, makrelur og rossamakrelur.
Um svartkjaftin sigur ACFM, at gýtingarstovnurin er væl fyri, men at veiðitrýstið er alt ov stórt.
- Mælt verður til at halda seg til verandi veiðisetning svarandi til eina veiði í 2006, sum er minni enn 1,5 miljónir tons. Somuleiðis eiga tiltøk at verða sett í verk til tess at verja svartkjaftayngul og annan óbúnan fisk, heldur ACFM.
Um norðhavssildina, sigur ACFM, at stovnurin er væl fyri, samstundis sum veiðitrýstið er hóskandi.
- Verandi veiðiavtala eigur at halda fram svarandi til eina veiði í 2006 upp á 732.000 tons av norðhavssild, heldur ráðgevandi nevndin hjá ICES.
ACFM hevur eisini viðgjørt sonevnda, NEA-makrelstovnin og mælir til, at londini, sum eru fevnd av avtaluna, halda seg til verandi veiðisetning.
- Hetta hevur við sær eina veiði í 2006 upp á eini 373.000-487.000 tons, sigur ráðgevandi nevndin.