Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
-----
Ymiskar metingar hava seinastu tíðina verið frammi um okkara fiskatilfeingi, hvussu fiskastovnarnir eru fyri, hvussu teir best kunnu gagnnýtast og hvussu samansetingin av veiðiflotanum eigur at vera.
M.a. hevur nevnd samansett av serkønum handað landsstýrismanninum í tilfeingismálum frágreiðing um fiskiorkuni hjá ymisku skipabólkunum, eins og hann hevur eftirmett fiskidagaskipanina.
Eksakt vitan ella bert metingar
Vit hava havt fiskidagaskipanina síðan 1996.
Vit vita við vissu hvussu nógv vit hava veitt av botnfiski undir Føroyum, og vit hava øll tilmælini frá Fiskirannsóknarstovuni langt aftur í tíðina.
Umframt tað, hava vit metingarnar frá útróðramonnum, línumonnum, trolmonnum o.ø. úr vinnuni, sum hava lívslangar royndir á sjónum og út frá hesum duga at lesa broytingarnar í havinum og støðuna hjá stovnunum.
Vit skulu eftir Ólavsøku taka støðu til, hvussu karmarnir skulu verða fyri fiskivinnuna næsta fiskiárið. Hetta eiga vit at gera við støði í øllum teimum metingum vit hava til taks, umframt at vit mugu hava í huga tær royndirnar, ið vit hava havt av fiskidagaskipanini síðan 1996.
Partar av lívfrøðini er eksakt vitan, meðan aðrir partar, herundir tilmælini um hvussu útlitini eru fyri fiskastovnarnar, eru metingar, sum er eru gjørdar út frá ymiskum kanningum av viðurskiftunum í havinum eitt ávíst tíðarskeið, umframt skrásetingum og kanningum av tí, sum veitt hevur verið undanfarnu árini.
Hóast tilmælini eru gjørd út frá vísindaligum frimlum og mannagongdum, kann ein ikki siga, at tilmælini eru eksakt vitan, men metingar, sum eru bygdar á m.a. ”søguligar” upplýsingar og hagtøl.
Ósamsvar í tilmælunum
Hóast Fiskiransóknarstovan mælir til munandi niðurskurð av døgunum, serliga hjá húkaflotanum, sum veiðir nógvan tosk, staðfestir Fiskiorkunevndin, at tað innan húkaflotan ikki er hend nøkur øking í fiskiorkuni.
Serfrøðingarnir á Fiskirannsóknarstovuni eru sostatt ikki samdir við serfrøðingarnar í Fiskiorkunevndini.
Samstundis meta útróðrarmenn og aðrir sjómenn, út frá tí teir síggja av broytingum í sjónum, at útlit eru fyri betri toskafiskiskapi í heyst.
Góðu tíðindini um at nógvur toskayngul sæst í sjónum, samsvara ikki heilt við úttalilsini og ástøðið hjá Fiskiransóknarstovuni um, at toskastovnurin er so lítil, at hann ikki er førur fyri at endurnýggja seg.
Fiskiorkunevndin staðfestir eisini, at ein øking er farin fram í veiðiorkuni í partrolaraflotanum, hóast trolararnir eru færri í tali. Hetta samsvarar illa við útsagnirnar frá Fiskiransóknarstovuni, tí veiðan eftir upsa, sum partrolarnir eiga sín stóra lut í, hevur sett met og upsastovnurin er væl fyri.
Vónandi kann Fiskiorkunevndin fáa tað neyðuga tilfari frá Fiskiransóknarstovuni áðrenn ólavsøku, so hon kann endurtaka roknistykkið, sum Skipanarnevndin gjørdi í 1996, og koma við einari endaligari niðurstøðu um fiskidagarnar fyri 2008-2009.
Spennandi verður so at sýggja, um niðurstøðan frá Fiskiorkunevndini samsvarar við tilmælið frá Fiskiransóknarstovuni um fiskidagar fyri komandi fiskiár.
Hyggja vit aftur í tíðina, og samanbera tilmælini frá Fiskirannsóknar-stovuni og tað sum veitt er av botnfiski undir Føroyum, síggja vit prógvini um, at tilmælini bert eru metingar, tí tey samsvara í mongum førum als ikki við veruligu støðuna.
Vit mugu sostatt ásanna, at tá tað snýr seg um náttúruna, herundir tað, sum gongur fyri seg í havinum, situr ongin ikki við tí æviga sannleikanum, tí tað er mangt sum hendir í náttúruni, sum ongin hevði varhugan av frammanundan.
Niðurstøða
Vit liva av tí sum havið gevur, og enn eru ongar ábendingar um at vit koma at liva av nøkrum øðrum. Tí mugu vit vera sera varin og ikki taka ov ógvuslig stig.
Ongin gagnnýtir hetta tilfeingið á so burðadyggan hátt sum vit, og ongin fær lutfallsliga so nógv burturúr fiskivinnuni sum vit.
Hetta eiga vit at halda áfram við. Skulu tillagingar gerast í skipani, so skulu tær henda líðandi, soleiðis at vinnan og Føroya land ikki missur fótafesti, og ikki fremjast sum ein kollvelting, tí onkur sær møguleikan fyri hesum nú fiskimenn og reiðarar eru illa sperdir av hækkandi oljuútreiðslum