Tú kann nú vinna tína lívsins ferð fyri tvey til Rio í 2016,i samband við at IPC (International Paralympic Commitee) hevur 25 ára stovningardag í september.
Fyri at varpa ljós á 25 ára stovningardagin hjá IPC í september, leitar Internationala Paralympiska Commiteein (IPC) eftir besta minni frá Paralympisku rørðsluni seinastu 25 árini.
Kappingin er í tíðarskeiðnum 16. Juni- 25. Juli, og øll kunnu tilnevna besta minnið seinastu 25 árini á heimasíðuni ipc25, sum er stovnað fyri at varpa ljós á hátíðarhaldið.
Tú finnir leinki til heimasíðuna á heimasíðuni hjá ÍSB www.isb.fo
Minnið kann verða alt frá Paralymsiku leikunum, verðins- ella økisleikum, ella onkur onnur løta, ið ikki hevur við sjálva ítróttarkappingina at gera.
Øl,l ið luttaka, eru við í ókeypis lutakasti um eina 5 daga ferð fyri tvey til Paralympisku leikirnar í Rio 2016.
Frá 29. August, fer IPC at kunngera ymisk minni, fram til nummar eitt, ið verður kunngjørt 22. September 2014.