Heiðrikur á Heygum er ein tann mest markanta songrøddin á føroyska tónleikapallinum í løtuni. Røddin tykist sum eitt slag av føroyskum blandi av Chris Isaac, Dave Gahan og Antony Hegarty.
Á konsertum og á stakfløguni Jealous hevur Heiðrik víst, at hann er heilt serligur. Hann er sangari allan vegin ígjøgnum, hann skrivar tónleik við rødd síni, og syngur ljóðførini fyri tónleikarum sínum. Bæði sjálv røddin, men eisini hátturin, ið hann brúkar hana, vísir her er talan um eina komandi stjørnu á føroyska tónleikahimninum.
Atkvøð fyri Heiðriki á Heygum sum besta sangara við at smsa: pla bs1 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb