Hvat fekk teg at fara upp í landspolitikk?
Tað var áhugin fyri politikki yvirhøvur, og so møguleikin fyri at ávirka landspolitikkin lokalt í Sandoynni
Hvørji eru tíni hjartamál?
Tað er sjálvandi tunnilin, sum øll vita, umframt at menna Sandoynna við arbeiðsplássum og samferðslukervinum
Hvat hevði tú raðfest ovast í játtanarkarmunum?
Eg hevði raðfest samferðslu ovarliga, tí hon er ein fyritreyt fyri, at útjaðarin kann trívast
Hvussu fáast fólk at støðast á Sandoynni?
Tey fáast at støðast við at Sandoyggin sleppur at menna seg sum restin av landinum við einum betri samferðslukervi, og fleiri arbeiðsplássum
Hvat ger tú i frítíðini?
Eg havi onga frítíð sum so, men eg royni at spæla fótbólt
Hvussu heldur tú teg í form?
Tað er partvís við at spæla fótbólt, men so eri eg eisini bóndi, og gangi tí rættiliga nógv í haganum
Er tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur?
Bæði, men serliga til føroyska náttúru. Mær dámar ótrúliga væl at ganga úti í førysku náttúruni
Hvat er tað besta, tú fær at eta?
Føroyskur matur
Hvat er besti filmur tú hevur sæð?
Schindler’s List
Hvør árstíðin er hin besta?
Heystið, tá slaktið er fyri
Er føroyskt tilfeingi stórur partur av matarborðinum?
Mítt matarborð er so at siga útilokandi føroyskur matur. Keypi næstan ongan mat.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Eingin
Er tú framvegis uppi í politikki um 10 ár?
Tað er sjálvandi trupult at siga. Mær dámar hetta væl og hetta er spennandi, eisini gevandi. Stórt trýst er á viðhvørt, so man skal verða av serligum stoypingi, fyri at klára tað. Men stendur tað til mín, verið eg framvegis uppi í landspolitikki um 10 ár