Ítróttur
Tað er at fegnast um, at fokus nú eisini verður sett á elituítrótt í Føroyum. Hetta við pallborðsfundi og kjakið, sum verður í Útvarpshøllini í kvøld.
Tí hóast vit her á landi ofta erpa okkum av teimum úrslitum, sum fremstu ítróttarfólk okkara hava fingið, so er tað sjáldan so, at hesi eru komin orsakað av teimum. Men heldur eru hesi komin hóast vánaligu karmarnar, sum føroyska elitan hevur at virka undir.
Og veruleikin er eisini, at fyri flestu av okkara elitufólkum er galdandi, at elituítrótt ikki er nakað, sum tey hava lært í Føroyum. Undantakið eru kanska fremstu svimjarar okkara, sum tó hava fingið íblástur frá føroyingum, sum hava lært elitumenning uttanlands. Fyri so at siga øll hini er galdandi, at elituítróttin er nakað, sum tey hava fingið smakk fyri uttanlands. Antin í lestrarumhvørvinum, ella tí tey hava valt at royna sína ítrótt uttanlands.
Og hetta hvørki má ella kann vera rætt. Sjálvandi er tað ein høvuðsuppgáva hjá ítróttini at arbeiða breiddini at frama. Uttan breiddina verður eingin elita. Men samstundis mugu ítróttarFøroyar so ella so hava eitt organ, sum kann eggja og stuðla til elitumenning. Eitt skifti varð Framá Føroyar sett á stovn sum ein pendantur til Team Danmark, men nakra veruliga elitusatsing gjørdist talan ongan tíð um. Eina mest tí jantulógin slapp at ráða, og at midlarnir úr grunninum tí vórðu alt ov smábýttir.
Og her mugu vit tora at skera ígjøgnum. Tá ítróttin nærkast elitustøðinum, er hetta fyri ein stóran part eisini eitt farvæl til sosiala partin av spælinum. Skulu vit tá lyfta okkara fremstu enn longur, er neyðugt við knallharðari útveljing, og so mugu vit tora at geva nógv til nøkur fá.
Tað kann væl vera, at nøkur vilja kalla hetta fyri kalda kynismu. Men lítil ivi er um, verður hetta gjørt á rættan hátt, so verður samlaða avkastið eisini fleirfalt.