Timingin var øgilig

Við einum vikugomlum barni í húsinum viðgongur Aksel Vilhelmson Johannesen, at timingin til ein landsstýrissess ikki er perfekt, men hann staðfestir eisini, at hann tekur starvi í stórum álvara. Sum erm bæði roykir nýggi landstýrismaðurin, og renning ger hann lítið við. Men hetta skal broytast. – Eg fari at keypa mánaðarkort til Yndi í morgin, sigur hann

Uttanfyri einum av raðhúsinum í Maritugøtu stendur eitt lítið stativ, har klæði hanga. Tað sum hongur uppi á, eru fyrst og fremst barnaklæði, men eisini hanga nakrar Bjørn Borg undirbuksur har, so familjan sær rímiliga ung út.

Innanfyri rópar Luitjen Akselsson Apol og rópar um eitt súrepli, og samstundis ringir Kaj Leo Johannesen, løgmaður, at ynskjal Aksel Vilhelmsson Johannesen til lukku við landsstýrissessinum.

- Eg má innrømma, at er nakað keðilig timing, tí eg havi ein son, sum bara er eina viku gamal. So er tað hetta, men mann veit ikki, hvussu ofta mann fær eitt tilboð um eitt starv, har mann kann gera tílíkan mun, greiðir nýggi landsstýrismaðurin í heilsumálum frá.

Inni í húsunum sær tað eisini út sum, at fólk búgva inni. Eitt sindur av leikum eru á gólvinum og rundstykkir eru júst komin á borðið.


Modernaður maður

Spurdur um hvussu tað er við tí húsliga, fortelur maður Katrina Didriksen Apol, at tey hava býtt tað húsliga so kristiliga ímillum sín.

Á postkassanum sæst eisini, at eldri sonurin eitur Akselsson og síðan hevur eftirnavnið hjá mammuni, so onkursvegna kann staðfestast, javnstøða ræður.

- Eg haldi ikki, at mann skal lóggeva eyka fyri kvinnur, tí tað er nakað, sum hendir av sær sjálvum. Hjá mær var tað soleiðis, at eg búði einsamallur niðri í Danmark ta mesta av tíðini, og tá mátti mann líka sum taka av sær sjálvum, men eg kann gott innrømma, at eg gjørdi mest við at steikja búffar ella okkurt tílíkt og so át eg pasta afturvið. Restini mátti mann eisini sjálvur syrgja fyri, so beinanvegin vit komu saman, býttu vit alt ímillum okkum. Vit skiftast eisini annan hvønn dag at gera mat. Men fáa vit gestir, so ger konan mat, tí hon dugir eitt sindur betur, greiðir ein av klaksvíkingunum í Hoyvík frá.


Ordiligur klaksvíkingur

- Eg eri nokk ein klaksvíkingur. Tað hoyrist og alt. Men tað kemur sjálvandi av, at mann sleit sínar barnaskógvar har. Gekk í skúla har, hevði sínar vinir har og so framvegis, greiðir hann frá.

Og tá rationaliseringarnar av sjúkrahúsunum verða nevnd, so hevur hann eina avgjørda meining.

- Enn veit eg ikki so nógv um mítt nýggja arbeiðspláss, men tað verður ikki í mínari tíð, at nakað sjúkrahús letur aftur. Kanska kann okkurt rationaliserast, men tað er ikki sjálvfylgjan at alt skal vera í Havn, staðfestir hann.


Spældi bólt

Tá Aksel V. Johannesen var yngri, gjørdi hann rættiliga nógv við ítróttina í Klaksvík, har hann bæði spældi við KÍ og Mjølnir. Fyrst í hálvfemsunum var hann eisini fastur partur av hópinum hjá KÍ og var eisini so heppin at gerast føroyameistari við liðnum í 1991.

Men í 1995 bleiv hann skaddur, og hevur ikki gjørt eins nógv fótbóltin síðan.

- Eg sleit liðbandi í knænum, og seinni aftur fekk eg trupulleikar við tjúkkunum, so eg fái ikki gjørt so øgiliga nógv. Bara eg renni ein túr fái eg ilt.

- Men tað er eisini nokk so lætt at spæla skaddur. Tað er so øgiliga lætt at skylda uppá, greiðir hann frá.

Hinvegin vil fyrrverandi ítróttarmaðurin fegin renna í fótasporum Hans Paula Strøm í samband við Heilsurenningarnar.

- Tað er so lætt at skylda upp á skaðar, men eg fari at royna at vera við har eg kann.


Málið er at gevast

Heilsuár er í ár, og longu nú er tað soleiðis at Aksel Johannesen hugsar um at gera Hans Paula Strøm kunstinum eftir og leggja av at roykja.

- Eg royki, og eg venji eisini øgiliga lítið, men tað má vera eitt mál at leggja av. Og nú eg havi hendan sessin, má eg heldur fara at venja.... Eg keypi mær mánaðarkort til Yndi í morgin!, staðfestir hann.


Tekur sum tað kemur

Hóast heilsumálaráðharrin er avgjørdur um, at hann fer at fáa eitt sindur skil uppá sínar lastir, so er hann ikki ein maður, ið planleggur so øgiliga langt fram.

- Eg plagi at taka tingini, sum tey koma. Tá eg fór í HF, visti eg, at eg skuldi lesa løgfrøði. So gjørdi eg tað, so gott sum eg kundi, men tað var ikki í kortunum, at eg skuldi gerast ein týdningarmikil sakførari ella nakað. Tað er tað sama við politikkinum. Eg varð spurdur at vera við, og føldi at eg kanska kundi gera mun, og tí segði eg ja, fortelur løgfrøðingurin.


Kovboybuksudagar

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu fólk lata seg í. Og Aksel Johannesen metir seg ikki nakrantíð vera tann fínasta, hóast hann roynir at síggja rímiliga rætt út.

Fert tú so til arbeiðis í klædningi nú?

- Kenni eg meg sjálvan rætt, so verður tað klædningur ta fyrstu tíðina, og so fari eg onkrar dagar í kovboybuksur. Men tað verður nokk longri og longri ímillum jakkasettdagarnar, metir hann.