Ein dómstólur í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev hevur í dag gjørt av, at fyrrverandi forsætisráðharrin Yulia Timoshenko skal sita í varðhaldi, meðan rætturin viðger eitt mál ímóti henni.
Yulia Timoshenko er ákærd fyri korrupsjón og fyri at hava misnýtt sítt vald, tá hon var stjórnarleiðari. Hon bleiv ikki varðhaldsfongslað í sambandi við ákærurnar, men fekk forboð fyri at fara úr Kiev.
Orsøkin til at hon nú skal í varðhald kortini er, at hon hevur órógvað rættin ov nógv, skrivar AFP úr Kiev.