Tað er í skrivandi stund 24 tímar til fyrsta bríksli í HM endaspælinum í Brasil. Nógv er skrivað og sagt, men nú verður alt avgjørt á vøllinum. 32 lond eru við í endaspælinum, sum verður fram til 13 juli, tá vinnarin verður funnin.
Viðmerk niðast hvør tú heldur vinnur HM og hví!
Samanlagt hava veddingarfyritøkurnar Brasil sum favoritt. Síðani koma Argentina, Spania og Týskland. Eftir hetta ber til at fáa pengarnar nógvar ferðir aftur, um tú spælir upp á næstu londini, sum eru Belgia, Frakland, Italia, Portugal, Uruguay, Ongland, Holland, Kolumbia og Kili. Flestar pengar fært tú í miðal aftur, um tú spælir upp á Honduras og Kosta Rika at vinna.
Í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í dag, er eitt HM blað við. Har er til at síggja metingar um øll londini, serligar søgur úr teimum einstøku bólkunum og síggja eina fullfíggjaða skrá, har tú kanst fylgja HM heilt til seinasta bríksl.
Nú vilja vit vita hvør tú heldur fer at vinna HM?