- Tín spillandi tunga knústi okkara tilveru

So avgjørdur er fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandfaraskipum Landsins, Hans Peter Joensen, um tað, sum løgmaður á tingsins røðarapalli segði um leiklutin hjá fíggjarleiðaranum.

So avgjørdur er fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandfaraskipum Landsins, Hans Peter Joensen, um tað, sum løgmaður á tingsins røðarapalli segði um leiklutin hjá fíggjarleiðaranum.

 

Í síni nýggjársrøðu nam løgmaður við politiska kjakið og kjakið millum fólk í sosialu miðlunum, sum hann helt stundum kundi vera hart og ágangandi. Løgmaður helt, at fólk eiga at vanda sær um orðini, og hann viðurkendi eisini, at hann sjálvur onkuntíð hevði tikið ov rívan til.

 

Hesi úttalilsi løgmans fingu fyrrverandi fíggjarleiðaran á Strandfaraskipum Landsins, Hans Peter Joensen, upp úr stólinum.

 

- Kaj Leo, tín spillandi tunga var í 2014 við til at knúsa tilveruna hjá mær og mínari familju í Føroyum. Frá tingsins røðarapalli bleiv eg hongdur út og karaktermyrdur, mínir førleikar undirgravaðir og mínir framtíðar starvsmøguleikar lagdir í oyði.

 

Hetta eru viðmerkingar, sum Hans Peter Joensen hevur skrivað undir greinastubban um tað, sum løgmaður segði í síni nýggjárstøðu um at vanda sær. Viðmerkingarnar kunnu eisini lesast inni á facebook-síðuni hjá Hans Peteri.

 

- So segði tú, at ein umbering hevði verið hóskandi, men har kom eingin umbering ? Kaj Leo, nú lovar tú eina bøtandi hond, heldur enn eina spillandi tungu í 2015. Tað eri eg sera fegin um at hoyra, og tú skal vita, at eg bíði spentur eftir, hvat landsins máttmiklasti maður fer at gera fyri at bøta um mína framtíðar tilveru her á landi í 2015.

 

At enda leggur Hans Peter Joensen aftrat:

 

- Vónandi er tú maður handan tíni orð, sigur fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandfaraskipum Landsins.