Nú stendur ein sjáldsom framførsla fyri framman við bólkinum Tinganest. Helst kenna vit øll til hendan bólkin, men sjáldan ber til at hoyra bólkin framføra live.
Nú verður konsert á Eiði við Tinganest, og verður tað í høllini á Eiði 23. Juni klokkan 20.00.
Í 1983 kom fyrsta bandi út frá Tinganest, og varð hetta band nógv spælt. Sangir sum "Upp á tá" og "Vágagellan", vóru og eru javnan enn at hoyra. Í 1984 kom næsta bandi og tað triðja kom í 1986. Bólkurin hevur verði við í øðrum verkætlanum eisini - serliga Jóan Jakku og Magnus á Stongum hava verið virknir á tónleikalívinum við soloútgávum og eisini saman við øðrum.
Í 2004 kom fløgan Longst sum best út frá Tinganest, og var tað ein sokallað uppsamlingsfløga.
Nú ber so til at hoyra Tinganest framføra hittini aftur, og verður tað næsta leygardag klokkan 20.00 í høllini á Eiði.