Soleiðis skrivar Ingolf S. Olsen, sum fram til 13. juni í ár var tingmaður fyri Tjóðveldi. Tá Magni Arge aftur tók sæti á Løgtingi eftir valósigurin til Fólkatingið, fór Ingolf S. Olsen úr Løgtinginum.
Men hann leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann á Facebook verjir Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi:
– Hann (Høgni Hoydal, red) er fremstur millum líkamenn, tá tað snýr seg um politiskt format og kenslu fyri tí, sum rætt er at gera. Har kemur ongin Høgna til kníggja.
– Arbeiðið við fiskivinnunýskipanini hevur verið ógvuliga, ógvuliga trupult. Skipanin hevur so grundleggjandi broytingar við sær, at eg tori at sammeta tær við, tá Luther reformeraði kristindómin, skrivar Ingolf S. Olsen.
Hann sigur víðari, at tað tó ikki merkir, at Høgni altíð ger alt rætt í prosessini. Tað megnar eingin, heldur hann.
– Listarliga avrikið hevur ikki altíð verið tað besta, men aðalmálið við fiskivinnunýskipanini er krystallklárt: Hon skal tryggja, at okkara felags ogn verður øllum núlivandi og komandi ættarliðum at gagni, og at virðini verða so javnt býtt, sum til ber. Tað er tað býtið, sum nú er atvoldin til misnøgd, og tað skilji eg væl, tí tað eru nógv, sum - ofta við góðum grundgevingum - halda seg eiga pláss fremst í røðini, tá býtt verður. Men rættvísi kann ikki altíð gandast fram í bráðskundi. Rættvísi fæst við áhaldandi arbeiði yvir tíð, skrivar Ingolf S. Olsen og endar soleiðis:
– Tað er eyðsæð, at tillagingar mugu gerast, men aðalmálið er ósvitaligt, og eg eri sannførdur um, at vit øll um fá ár fara at sanna orðini hjá heimsspekinginum Schopenhauer, tá hann segði nakað soleiðis: Allir sannleikar skulu ígjøgnum trý stig á leiðini. Fyrst verður flent at teimum, síðani verður av øllum alvi arbeitt ímóti teimum (har eru vit nú), og at enda halda øll teir vera sjálvsagdar og siga seg altíð hava tikið undir við teimum.
Millum teirr sum dáma innleggið hjá Ingolfi S. Olsen á Facebook eru tingfólkinin hjá Tjóðveldi, Magni Arge, Bjørt Samuelsen, Annita á Fríðriksmørk, Pauli Trond Petersen og Óluvá Klettskarð. Tað vil siga øll tingmanning Tjóðveldis uttan Páll á Reynatúgvu og Katrin Kallsberg,