Tingfólk um tinghúsið

í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 verður skotið upp at seta 10 milliónir av til detailprojektering av nýggjum tinghúsi. Men tingfólk eru ymisk á máli, um hetta er rætt ella ikki

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 er skotið upp at geva Føroya Løgtingi eina løgujáttan á 8 milliónir til nýtt løgtingshús. Peningurin skal brúkast til detailprojekterting av fyrsta byggistigi, ið fevnir um tingsal, millumbygning, inngongd og hyl.

Skotið er síðani upp, at játta 24 milliónir í 2001 og 8 milliónir í 2002. Og við hesi játtan væntast fyrsta byggistig av nýggja løgtingshúsinum at vera liðugt í 2002. Men tingfólk eru ósamd á máli, um tað veruliga er rætt at seta so nógvan pening av til nýtt løgtingshús, meðan aðrar týdning-armiklar íløgur bíða. Millum annað hava tinglimir víst á stóra røktartørvin hjá pensjónistum, vantandi barnagarðspláss, tørvin á nýggjum Suðuroyarskipi, endurnýggjam av fiskiskipaflotanum og so fram vegis.

Sosialurin var í tingsalinum í gjár, tá Fíggjarløgtingslógaruppskotið var til fyrstu viðgerðar, og spurdu vit nøkur av tingfólkunum, um tey fara at taka undir við uppskotinum um at játta pening til nýtt løgtingshús.


Ræðuligt

Jenis av Rana úr Miðflokinum heldur tað vera ræðuligt at seta pening av til nýtt løgtingshús, tá tørvurin til røktarpláss hjá gomlum óhjálpnum er ógvuliga stórur



? Eg fari als ikki at taka undir við at játta pening til nýtt løgtingshús, meðan støðan hjá gomlum og óhjálpnum er so hættislig, sum hon í løtuni veruliga er.

Jenis av Rana vísir á, at hóast talan eru um eina játtan á 8 milliónir fyri ár 2000 og 24 milliónir fyri ávíkavist 2001 og 2002, er eingin ivi um, at løgtingshúsið fer at kosta um 100 milliónir tá av tornar. Og hetta heldur hann seg ikki hava samvitsku til at góðtaka, meðan gomul og óhjálpin ikki fáa ta hjálp, tey hava uppiborið.


Vilja visa seg

Løgtingslimurin úr Miðflokkinum heldur, at ávísir løgtingslimir ynskja nýtt løgtingshús, tí teir ynskja at vísa seg fyri útlendskum gestum, ið vitja hjá løgtinginum.

Sambært Jenisi av Rana, er hetta burtur úr vón og viti. Hann heldur, at tað ikki skuldi verið neyðugt at bygt eitt nýtt stórt løgtingshús fyri at vísa, at vit megna nakað. Hann heldur, at vit heldur áttu at sæð ein stoltleika í, at vit megna løgtingsarbeiðið undir teimum karmum, sum eru. Men skal eitt nýtt løgtingshús byggjast, skal tað eftir hansara sannføring ikki byggjast fyrr enn viðurskiftini hjá børnum og gomlum ikki eru fingin í rættlag.

? Eg haldi, at løgtingsfólk eiga at klára at arbeiða undir teimum viðurskiftum, vit hava. Tað er ikki so langt at ganga ímillum gamla apotek og verandi løgtingshús at vit ikki klára tað.


Betrast á øðrum økjum

Jenis av Rana heldur, at karmarnir um løgtingsarbeiðið kundi verið betraðir á øðrum økjum enn at byggja nýtt løgtingshús. Her sipar hann til vegleiðing frá lógarkønum tá uppskot skulu orðast og líknandi. Hann vísir á, at ymisku løgtingslimirnir hava ymiskar útbúgvingar, og eru hesar ikki altíð so væl egnaðar, tá lógartekstir skulu skrivast og líknandi. Tí hevði verið gott við góðari hjálp, heldur hann.

? Tó eru umstøðurnar á júst hesum øki betraðar munandi í seinastuni, og tað er gott. Men tær verða ikki betur, bert tí vit byggja nýtt løgtingshús, sigur Jenis av Rana at enda.



Óforsvarligt

Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum heldur tað vera óforsvarligt, at løgtingið setir pening av til eg sjálvt, tá hildið verður aftur aðrastaðni



? Umtøðurnar í verandi løgtingshúsi eru ikki tær allar bestu, men vit eiga at liva við teimum, so leingi umstøðurnar á øðrum arbeiðsplássum ikki verða betraðar.

Hans Pauli Strøm heldur tað ikki vera rætt, at løgtingið fer at játta pening til sín sjálvs meðan umstøðurnar á øðrum stovnum eru ótolandi. Hann vísir á, at verandi fiskivinnuskúli í Vestmanna er bygdur av gomlum kassafjalum, og tá løgtingið ikki kann játta pening til at betra um umstøðurnar hjá fiskivinnuskúlanum, kann tað heldur ikki játta pening til at byggja dýrt løgtingshús.


Pína veljaran

? Eg haldi, at veljarin í løtuni verður píndur av politikkarunum. Vit hava eina fíggjarlóg við stórum yvirskoti, men eingin peningur verður játtaður til átrokandi mál í samfelagnum.

Hans Pauli Strøm sipar í hesum sambandi, eins og Jens av Rana, á eldraøkið, heilsuverkið og strandfaraskipini. Men ikki minst heldur hann tað hava týdning at fáa fiskiskipaflotan endurnýggjaðan og virksemi út á smáplássini.

Javnaðartingmaðurin heldur ikki, eins og Jenis av Rana, at ætlaða játtanin til nýtt løgtingshús skal flytast til Almanna- og heilsuøkið, hóast hann ásannar, at har er hart brúk fyri pengum.

? Eg haldi, at vit heldur, bæði samgonga og andstøða, eiga at seta okkum niður at finna út av, hvar neyðugt er við pengum, og so eiga játtanirnar at verða gjørdar eftir tilmælunum, løgtingið kemur til.



Bíða við húsinum

Marius Dam úr Sambandsflokkinum mælir løgtinginum at steðga við ætlanini um nýtt løgtingshús



? Eg eri ímóti játtanini til nýtt løgtingshús.

Marius Dam úr Sambandsflokkinum heldur, at talan er um eitt óneyðugt prestiguprojekt. Hann heldur ikki, at umstøðurnar í løgtingunum eru so vánaligar, at neyðugt er við nýggjum húsi beinan vegin.

? Eg haldi, at løgtingið heldur eigur at hyggja eftir játtanunum til útjaðaran, áðrenn peningur verður játtaður til nýtt løgtingshús. útjaðarin er altíð við sviðusoð. Men stendur tað til mín, verða eingir pengar játtaðir til nýggja løgtingshúsið.

Eisini vísir Marius Dam á, at vit heldur hava brúk fyri skattalætta, enn fyri nýggjum løgtingshúsi.



Heldur pening til útjaðaran

Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum heldur, at peningur heldur átti at verið brúktur uppá útjaðaran



Páll á Reynatúgvu heldur, at peningurin til nýggja løgtingshúsið heldur átti at verið brúktur til fiskiskipaflotan og virksemi í útjaðaranum, men hann er bangin fyri at játtanin verður samtykt.

? Tað er nevniliga altíð so, at játtanir til virksemi í miðstaðarøkinum verða samtyktar av einri ella aðrari taktiskari orsøk.

? Eg var ímóti at hækka løgtingsmannalønirnar og eg eri ímóti hesum uppskotinum um nýtt løgtingshús, sigur Páll á Reynatúgvu, ið ikki metir umstøðurnar í verandi húsi vera so ringar. Hann heldur, at talan er um eitt prestiguprojekt frá formansskapinum.



Mugu hava betri umstøður

Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkin heldur, at løgtingið má hava betri umstøður, men spurningurin er, um tað skal vera her og nú


? Eg havi ikki tikið støðu til, um eg skal vera fyri ella ímóti játtanini. Men eg haldi, at løgtingið hevur uppiborið betri umstøður, sigur Rúna Sivertsen.

Tingkvinna Fólkafloksins heldur tó ikki, at at farast skal undir at byggja nýtt løgtingshús eftir verandi projekti. Hetta, heldur hon, fellur ikki inn í umhvørvið. Men varð ætlanin at gera eitt tinghús, ið fall inn í umhvørvið, eins og tað verandi, hevði hon tikið undir við tí.

Rúna Sivertsen heldur ikki, eins og Jenis av Rana, at peningurin í staðin skal fella til Almanna- og Heilsuøkið. Heldur skal peningurin spreiðast út á so nógv øki, sum gjørligt.

? Vit skulu ikki leggja so nóhv í, at løgtingshúsið kemur at kosta 100 milliónir, tí talan verður jú um eitt hús, ið kann brúkast í eini 100 til 200 ár.



Sjálvandi nýtt løgtingshús

Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýisflokkinum er fyri nýggjum løgtingshúsi



? Sjálvandi skulu vit hava nýtt løgtingshús. Men ikki beint nú, sigur Sámal Petur í grund, ið heldur búskaparliga aktivitetin í løtuni vera ov stóran til at fara í gongd við slíkt arbeiði.

Sámal Petur er ikki samdur í hinum løgtingslimunum, ið siga, at pengarnir heldur skulu brúkast á øðrum økjum.