Løgtingið hevur úr at gera í hesum døgum. Farið er um evsta mark at leggja uppskot fyri tingið, og áðrenn freistin var úti, 1. mars, vórðu 35 uppskot løgd fram.
Allir dagarnir í næstu viku eru settir av til tingfundir.
Skráin fyri tingfundin mánadagin sær soleiðis út:
Mánadagur, 14. Mars 2016, kl. 10:00
1. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 67/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir (Fylgibroytingar)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
2. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) (Broyting av vørunumrum)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
3. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 71/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Fylgibroytingar og tekniskar broytingar)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 82/2015: Uppskot til løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttir fyri gjald til yrkisfeløg)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 83/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Javnsetan av fyritíðarpensjónistum)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 84/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðis¬gjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki)
Málið verður beint í Fìggjarnevndina
7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 95/2015: Uppskot til samtyktar um nýggja rúsevnatilbúgvingarlóg
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
8. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 96/2015: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2016
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
Tingmálini nr. 95 og 96/2015 verða viðgjørd undir einum