Tingkvinna er í sóttarhaldi – sleppur ikki til arbeiðis

Varatinglimurin mátti taka sætið á Løgtingið í dag

Nú Løgtingið fer undir at umrøða fíggjarlógina fyri næsta ár, verður tað uttan Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn. Hon er eisini limur í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, men hon sleppur ikki til arbeiðis í Løgtinginum, og sostatt fær hon heldur ikki tikið lut í orðaskiftinum.

Ruth Vang sigur nevniliga heima í sóttarhaldi í sambandi við koronu og tí hevur hon biðið um farloyvi í Løgtinginum. Hon hevur boðað frá, at sóttarhaldið verður í hvussu so er alla hesa vikuna, men annars boðar hon frá, nær hon tekur tingarbeiðið upp aftur.

Tað merkir, at varakvinna hennara, Hanna Jensen, hevur tikið sætið á tingið.

Vit høvdu samband við Ruth Vang í gjár og tá segði hon, at hon skuldi í sóttarhald, tí hon hevur verið í samband við fólk, sum hevði fingið koronu.