Norskt kemikaliuskip rakt av rakett nærindis Oman

- Eldur kom í maskinrúmið undir álopinum, men manningin er í tryggleika, sigur reiðaríið

Í morgun frættist, at eitt tangaskip var rakt av rakettum nærindis Oman.

 

Seinni í morgun er komið fram, at talan er um kemikaliuskipið Stolt Magnesium, sum norðmenn eiga. 

 

Skipið varð álopið tíðliga í morgun nærindis Oman.

 

Felagið, sum eigur skipið, Stolt-Nielsen, váttar yvirfyri Finansavisen, sum var fyrst við tíðindunum, at hetta er eitt skip hjá teimum.

 

Eldur kom í maskinrúmið á skipinum undir álopinum.

 

- Tíbetur er øll manningin í tryggleika, sigur norska felagið, sum eigur kemikaliuskipið, Stolt Magnesium.