Tingkvinna vil vita meira um Skálagarð

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá um Skálagarð

Tað ger hon í einum grein 52a fyrispurningi til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum.

Hon spyr soleiðis:

1. Hvørjar ætlanir hevur landstýriskvinnan við heiminum fyri seinheilaskadd, Skálagarði, í Klaksvík?

2. Hvussu nógv búfólk eru á heiminum dags dato?

3. Hvussu nógv av hesum hava fingið fastan bústað á heiminum?

4. Hvussu nógv búgva har í eitt longri tíðarskeið?

5. Hvussu nógv koma á heimið til umlætting í eitt styttri tíðarskeið?

6. Er nakar bíðilisti at sleppa á heimið og í so fall, hvussu langur er bíðilistin?

Tingkvinnan vísir á, at tað var ein stórur dagur, tá skjøtul bleiv settur á Skálagarð.

– Sjálv var eg landsstýriskvinna tá, og var stjórin á almannaverkinum, Edvard Heen, ein eldsál fyri at fáa Skálagarð til veruleika. Og enn størri dagur tá núverandi landsstýriskvinna,

Sirið Stenberg, opnaði heimið.

– Tí nú kundu fólk undir 67 ár við seinheilaskaða loksins fáa tilboðið roknað júst til teirra tørv. Hetta sum tey so leingi høvdu bíðað eftir. Vit minnast, áðrenn Skálagarður kom, hvussu mann dag og dagliga hoyrdi í fjølmiðlunum, at tilboð til fólk við seinheilaskaða manglaði. Liðugt viðgjørdir sjúklingar upptóku pláss á sjúkrahúsunum, tí tey høvdu ongastaðni at fara, tí onki

tilboð var til hesi. Ja, tørvurin var ovurhondsstórur, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

– Við Skálagarði lótu slóðbrótandi møguleikar seg upp, og lunnar vóru lagdir undir depilin til fólk við seinheilaskaða. Men øll avbjóðingin kundi ikki loysast við Skálagarði sæð í ljósinum av, at tað var brúk fyri enn fleiri bústøðum. Bíðilistin var so ómetaliga langur, samstundis sum vit vita, at tað leggjast fleiri fólk afturat á hvørjum ári, sum verða rakt av seinheilaskaða.

Hon sigur, at tað tí er sera áhugavert at fáa at vita, hvussu gongur við Skálagarði, og um hann livir

upp til endamálið. 

– Sum skilst standa enn fleiri íbúðir tómar. Tí síggi eg tað sum alneyðugt og áhugavert at fáa at vita, hvussu støðan er við Skálagarði í dag, og um ongin bíðilisti er meira, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.