- Hetta fer at kasta alt Løgtingið út í eitt eljustríð alt hetta tingárið.
Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er rættiliga fortørnaður um, at fýra uppskot nú eru løgd fyri Løgtingið um at broyta valskipanina.
Hann kallar tað bæði hugstoytt og harmiligt, at Løgtingið nú skal verða bundið av slíkum glæntrileiki.
Hann heldur, at hetta er serliga átaluvert, tá ið hugsað verður um, at tað eru bara tvey ár valskipanin varð broytt seinast.
- Ístaðin at viðgera valskipanina, eiga allar kreftir at verða brúktar upp á at fáa javnvág aftur í búskapin, sigur hann.
Tingið hevur nógv álvarsmál at viðgera. Fleiri av teimum eru stórmál og bæði Løgting og tingnevndir fáa fullar hendir av álvarsmálum at viðgera, alt hetta tingárið.
Umframt búskaparligu støðuna, nevndi hann nýskipanirnar á kommunuøkinum, í fiskivinnuni, skúlaøkinum og á pensjónsøkinum.
- Men at viðgera hesi stórmál, skal øll tíðin og orkan ístaðin brúkast at fonglast við hesi málini um valskipanina, sum nú verða tveitt á bálið til stóran skaða fyri tey álvarsmál, sum liggja fyri framman.
Serliga átalaði hann eisini, at Jógvan á Lakjuni úr samgongini, var farin í part við Hergeir Nielsen úr andstøðuna um at seta eld í.
Og tað var ikki meiri enn ein mánaði síðani, at sami Jógvan á Lakjuni hevði sitið á samgongufundi og verið fremsti talsmaður fyri at sópa øll uppskot frá andstøðuni til viks, tí hesum kundi samgongan ikki finna seg í.
Edmund Joensen spurdi um tinglimir vórði blivnir spinnandi óður í høvdinum at pilkast við valskipanina ístaðin fyri at fáast við veruligu trupulleikarnar, har pengarnir fossa úr landskassanum.
Hann kallaði tey, sum vildi hava fleiri valdømi fyri lokalar kongar og barónar.
Og her skal viðmerkjast, at tingárið endar um ein góðan mánaða, tí í seinasta lagi flaggdagin er ætlanin, at tingið skal fara í summarfrí.
Andstøðan samd
Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi helt, at hesin hurlivasin var eitt úrslit av, at vit høvdu ein skríggjandi tørv á politiskari leiðslu og tað hevur onki við at gera um vit hava 1,7 ella 18 valdømi.
Karsten Hansen staðfesti, at vit sigla alvorligan vandasjógv.
- Og so skulu vit brúka orkuna á tingi og í nevndum til er at viðgera valskipanina í skundi.
- Tað, sum er átrokandi at viðgerða, er ikki talið á valdømum, tí vit eiga heldur at gera okkum greitt, hvat vit gera við trupulleikarnar í samfelagnum.