Tað kom sum snarljós av bláum himli, tá Vodafone í síðstu viku boðaði frá, at Gudny Langgaard var farin úr starvinum sum stjóri í Vodafone. Í hennara stað varð Bárður Nielsen settur sum fyribils stjóri.
Bárður Nielsen var frammanundan fíggjarleiðari í felagnum, men millum manna er hann uttan iva best kendur sum tingmaður og formaður fyri Sambandsflokkin. Navnið varð tó av álvara sligið fast í fólkahuganum, tá hann gjørdist fíggjarmálaráðharri í 2004 undir fyrru ABC-samgonguni.
Um tað var óvæntað, at Gudny Langgaard legði frá sær í síðstu viku, so var tað ein sannur skelkur, tá Bárður Nielsen, ið tá var spáddur at gerast næsti formaður floksins, í 2007 legði frá sær sum fíggjarmálaráðharri, fyri heldur at taka við einum starvi í privata vinnulívinum. Hann gjørdist nevniliga stjóri í Stóratjørn verkætlanini hjá Jákupi á Dul.
Tann verkætlanin datt niðurfyri, og til valið í 2011 varð Bárður Nielsen aftur valdur á ting, og fýra ár seinni, á heysti 2015, tók hann við sessinum sum formaður Sambandsfloksins.
Nú stendur Bárður Nielsen enn einaferð við valinum millum privata vinnulívið og politikkin, men sambært sambandsformanninum, so er valið longu tikið.
- Nei, tað fari eg avgjørt ikki, er svarið tá hann verður spurdur, um hann tekur við starvinum sum stjóri í Vodafone.
- Avtalan millum meg og nevndina er púra greið. Eg eri bara fyribils settur stjóri til onkur annar tekur við. Eftir ætlan, so verður starvið lýst leyst í vikuni, sigur Bárður Nielsen.
Løgtingið er í løtuni í summarferiu, og av tí at tingarbeiðið sostatt ikki fyllir so nógv í løtuni, so letur tað seg gera at røkja báðar sessirnar.
- Men eg vóni, at ein nýggjur stjóri er settur, tá løgtingsarbeiðið byrjar av álvara í oktober. Men bæði juni, juli og august kunnu ganga áðrenn nýggi stjórin tekur við, upplýsir Bárður Nielsen.