Tingmannalønir í nýggja nevnd

Hósdagin samtykti løgtingið, at málið um hækkan av tingmannalønini skal beinast í eina serliga nevnd til viðgerðar. Nevndin verður manna av formannsskapinum í løgtinginum, umframt allar flokksformenn

Rigmor Dam


Tað var Finnbogi Ísakson tingformaður, sum skjeyt upp at seta nevndina, og hetta tóku allir 31 hjástaddir tingmenn undir við eftir drúgvan orðadrátt.

So nú er ætlanin, at nevndin skal koma við broytingaruppskotum, sum flest kunnu taka undir við. Eisini skal nevndin søkja sær kunnleika og vegleiðing frá fólki uttanfyri tingi.


Málið útsett

Eftir ætlan skuldi málið verið avgreitt longu 1. januar, men av tí at tingformaðurin legði 2. viðgerðina niður 23. desember, helt orðaskifti ikki fram fyrrenn nú 7. januar. Undir fyrra parti av orðaskiftinum gjørdist greitt, at stór ósemja var um málið, bæði innanhýsis í flokkunum og í formanssakpinum, og at vandi var fyri at málið fór at fella við atkvøðugreiðslu. Tingformaðurin metti tískil at tað var skilabest, um flokkarnir innanhýsis fingu møguleika at finna eina semju í málinum um jólini.

Men á orðaskiftinum í gjár skiltist, at enn eru nógv ivamál at dragast við hjá einstøku tinglimunum, hóast mest sum allir eru samdir um, at broytingar eiga at verða gjørdar í lønar- og eftirlønarviðurskiftum tingmanna.

Spurningar sum vóru umrøddir vóru m.a. hvørt tað er ráðiligt at tingmenn sum einasti bólkur í samfelagnum, skulu ásteta sína egnu løn. Og tað at tingmannalønirnar verða havdar á lofti júst nú lønarsamráðingar á arbeiðsmarknaðinum standa fyri framman, var eisini hildið vera óráðiligt.


Vantandi fyrireikingar

Jenis av Rana úr Miðflokkinum setti eina yvirskrift til málið, og var hon, at her manglar eitt grundleggjandi kanningararbeiði. Hann vísti á, at vit áttu at gera sum í Íslandi, har ein óheft nevnd av uttanfyristandandi limum viðgerð málið. Nevndin skuldi so greina út hvat tingarbeiði er, og hvør løn átti at verið givin. Eisini harmaðist hann um, at tað ikki var ein samdur formansskapur, sum legði málið fram, men ein einstakur limur í formannsskapinum. Hann segði, at málið nú var vorðið ein óneyðug provokatión, í eini viðbreknari tíð.

Rúna Sivertsen og Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum eftirlýstu opinleika í lønarviðurskiftunum hjá tinglimum. Hetta førdi til persónligt brigsl millum Óla Brecmann og Heina O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum. Óli Breckmann samanbar lønina hjá Heina við lønina hjá yngru tinglimunum, og vísti á ein mun á 24.000,- kr. um mánaðin.

Rúna Sivertsen tosaði eisini um ólíku umstøðurnar hjá kvinnum og monnum í tinginum, og hon bar fram, at kvinnur eru verri fyri, tí tær skulu sameina tingarbeiði við familiulívið. Hon eftirlýsti í hesum sambandi, eitt betur skipað tingarbeiði, har tað er gjørligt hjá kvinnum at luttaka.

Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum, boðaði frá at flokkurin fegnast um uppskotið frá Finnboga Ísaksyni, um at seta eina nevnd at viðgerða málið.