Tingmenn misnýta bæði Gud og løgting

- Tað er at vanvirða bæði Gud og løgting, tá føroyskir politikarar taka einkarætt uppá Gud og nýta Bíbliuna sum politiskt jarnbrot í einum vesturlendskum parlamenti. Tað er blasfemisk misnýtsla av bæði Gudi og Føroya løgtingi, sigur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur. Sambært honum var fyrsta viðgerð av málinum um samkynd eitt eindømi í øllum tí kristna heiminum og avdúkaði eitt tilafturskomið fólkaræði. Lesið annan part av greinarøð um religión og modernaða menniskjað

Tað er týsdagur 7. november. Sjón­varpið er júst sløkt eftir eina drúgva tingviðgerð. Hans Andrias Sølvará reisir seg úr stól­inum. Hann er skelkaður og eitt sindur illa við. Hann hugs­ar við sær sjálvum, at hetta má vera eitt eindømi í øll­um tí kristna heiminum. Orð sum blasfemi, vanvirðing og mis­nýtsla liggja honum nær.
Sjónvarpið hevur sent frá ting­viðgerð um at skoyta kyns­liga orientering upp í grein 266b í revsilógini. Og sam­bært søgufrøðinginum við hjálærugrein í heimspeki av­dúk­aði viðgerðin, at føroyska fólk­a­ræðið hevur álvarsom sjúk­u­eyðkenni.

Uttanveltaði staturin
- Í ongum øðrum parlamenti í vesturheiminum verður Bíbl­i­an nýtt á slíkan hátt. At ting­menn standa á landsins mæt­asta røðarapalli og rópa um Gud, Bíbliuna og gamal­test­a­mentligar reglur, er ein mis­nýtsla av bæði Gudi og løg­tingi, sigur Hans Andrias Sølv­ará.
Søgufrøðingurin hevur játtað at svara nøkrum spurningum um eitt av samtíðarinnar heit­astu evnum, nevniliga spurn­ing­urin um “forholdið” mill­um religión og politikk. Og í breið­ara týdningi: spurningurin um leiklutin hjá religión í okk­a­ra samtíð. Og hann leggur út við síni hugmynd av tí dem­o­krat­iska statinum.
- Staturin má og skal vera ein verðsligur og neutralur karm­ur um sínar egnu borg­arar. Øll frælsisrættindir hjá øll­um borgarum eru tengd at, í hvønn mun staturin livir upp til kravið um neutralitet, sigur Hans Andrias.
Tí mótmælir hann útsagnum hjá fleiri tinglimum um, at før­oyska samfelagið skal hvíla á Bíbliuni. Og tí er hann ó­samdur við sjónarmiðunum hjá stjórnmálafrøðinginum Rúna Rasmussen, sum í fyrsta parti í hesi greinarøð segði, at Føroyar skulu byggja á eitt krist­ið grundarlag.
- Tað er ikki uppgávan hjá stat­i­num at velja út eina ávísa rel­i­gión ella politiska hugsjón sum grundarlag. Tí so kann stat­urin ikki av sonnum verja øll tey, sum fella uttan fyri hetta grundarlag. Og fremsta upp­gávan hjá einum og hvørj­um demokratiskum stati er júst at verja sínar borgarar móti øll­um mismuni. Tað ger Føroya løg­ting ikki, sigur Hans Andrias Sølvará.
Fyri hann skal staturin tí vera verðs­ligur og uttanveltaður. Í øll­um førum so uttanveltaður, at allir demokratiskir borgarar kunnu vera við og kenna seg aftur. Eingin trúgv ella hugsjón skal favoriserast.
- Ella skal staturin bert taka sær av áhugamálum og rættindum hjá nøkrum út­vald­um samfelagsbólkum? Skal hann geva ávísum borgarum fram­í­hjá­rættindi? Sjálvsagt ikki! Um vit skulu sleppa und­an diskriminatión, skal einasta grund­arlagið vera fólkaræði og mannarættindi. Ikki fyrrenn tá kann staturin verja ALLAR borg­ar­ar, slær Hans Andrias fast.
Sambært Hans Andriasi eru minnilutar altíð ein vand­a­bólkur í eini skipan, har meirilutin ræður. Og tí er minn­i­lut­averja alneyðug. Men á Føroya løgtingi er henda meg­in­regl­an ikki galdandi, metir søg­u­frøðingurin.


Felags spælireglur
Sambært Hans Andriasi er sam­anrenningin av politikki og rel­i­gión vandamikil. Og tí eiga vit at stremba eftir at skilja sund­ur politikk og religión. Hó­ast tað kann vera torført.
- Ja, henda sundurskiljing er sjálv fortreytin fyri trú­ar­fræls­i­num. Tí um staturin tekur áv­ís­ar lívsáskoðanir fram um aðr­ar, er talan ikki longur um veru­ligt trúarfrælsi, heldur Hans Andrias fyri.
Men hvussu ætlar hann so at loysa henda trupulleika? Skal átrúnaðarligt innihald bann­­lýsast í politiska rúmi­num? Skulu trúgvandi pol­it­ik­ar­ar ikki hava loyvi til at grund­geva við støði í sínum andaligu sann­føringum? Hans Andrias er greiður.
- Tað snýr seg als ikki um at bannlýsa nakað sum helst. Hand­an eitt og hvørt sjónarmið er ein lívsáskoðan ella íblástur, tað verði seg Bíblian, Karl Marx ella Nelson Mandela. Eg seti ikki spurnartekin við rætt­in til eitt sjónarmið. Tað, eg eftirlýsi, eru felags spæl­i­regl­ur. Og tað fáa vit bert, um vit umseta okkara per­són­ligu sjónarmið til eitt fel­ags mál, sum øll skilja og kunnu taka lut í. Tað merkir, at trúgv­andi politikarar umseta sítt religiøsa mál til verðslig og politisk sjónarmið, sum onn­ur kunnu hoyra, skilja og síðani meta um. Tað má vera eitt minstakrav í einum dem­o­krat­isk­um parlamenti, sigur Hans Andr­i­as.
Men hvar gongur markið so fyri, hvat ein tinglimur hevur loyvi til at siga? Skal sensurur á­leggjast okkara fólkavaldu ting­fólk? Ber tað yvirhøvur til at “umseta” átrúnaðarlig sjón­ar­mið til nakað annað enn tað, tey eru?
- Tá ein tinglimur sigur á tingsins røðarapalli, at “eg eri ímóti hesum broyt­ing­ar­upp­skot­i­num, tí hetta ella hatta stendur í Bíbliuni”, so arg­u­menterar hann ikki. Fólk, sum ikki eru samd við honum, kunnu ikki fyrihalda seg til hans­ara útsøgn. Tað hevði eis­ini verið galdandi, um ein pol­it­ikari fór upp og segði, at “eg eri ímóti skattalættanum, tí Karl Marx sigur tað”. Slíkar út­sagnir máa støðið undan ein­um og hvørjum dialogi, sigur Hans Andrias.
Frísinni ella trongskygni
Í staðin eftirlýsir hann ein víð­skygd­ari kristindóm. Eina guds­dyrkan, sum ikki fær fólk til at rýma av landinum. Eina trúgv, sum ikki hevur við sær, at lesandi útisetar ikki koma heim­a­ftur á klettarnar.
- Tað er ein samfelagsligur trup­ul­leiki, at allir føroyingar ikki kenna seg heima í Før­oy­um. At virðir sum tolsemi og fjøl­broytni ikki verða vird, sigur Hans Andrias.
Sjálvur kallar hann seg kristn­an, men hann uppfatar hvørki Bíbliuna sum Guds ult­i­ma­tiva sannleika ella Jesus sum Guds son í bókstaviligum týdn­ingi. Fyri søgufrøðingin, sum sigur seg fylgja væl við bíbl­i­ugransking og fornfrøði, er Bíblian ein savning av yms­um bókmentum gjøgnum fleiri túsund ár við søguligum, myt­o­logiskum og fiktivum upp­lýs­ing­um. Og Nýggja Testamentið er skrivað við kristnum brillum av fólki, sum trúðu á Jesus. Hans Andrias siterar kristna gud­frøð­ing­in John Hick.
- Í Bíbliuni er tað ikki Gud, sum talar, men fólk, sum tala um Gud. Bíbl­ian – og religiøsar skriftir sum heild – endurspegla, hvussu menn­iskju gjøgnum tíðirnar hava fyrihildið seg til tað, sum er uttan fyri okkum menn­iskju. Og sjálvur tulki eg krist­in­dóm­­in meiri í súmbolum og myndatalu, sigur Hans Andr­ias.

Religión er natúrlig
Hann undirstrikar, at hann als ikki vendir sær ímóti sjálvum fyr­i­brigdinum religión. Fyri hann er átrúnaður eitt natúrligt fyri­brigdi. Eisini í modernaða sa­m­felagnum. Tí meðan vís­ind­in vendir sær til tað ob­jektiva og heimspekin til tað rat­i­onella, vendir átrúnaður sær til tað kensluliga. Til longs­ulin eftir meining. Til tað, sum hvørki vísindin ella heims­pekin megnar at seta orð á. Tí er natúrligt, at menniskju eis­ini leita sær til átrúnað og tað, sum onkursvegna roynir at seta orð á tað gátuføra, dulda og óskilliga. Tað hava menn­iskju altíð gjørt.
Men av og á er trúgvin ikki fruktagóð. Av og á gerst hon eitt politiskt amboð. Ein hótt­an móti eini harmoniskari sam­felagsskipan. Ein vandi fyri sjálvsøgd rættindir. Og tí ynskir Hans Andrias at gera upp við trongskygdar krist­in­dóms­tulk­ing­ar. Tulkingar, sum verða drign­ar inn í okkara parlament og framsýndar á tingsins røð­ar­a­palli. Og sum sambært Hans Andriasi avdúka eitt til­afturs­komið demokrati.
- Víst hava vit eitt formelt dem­o­krati í Føroyum. Men part­ar av føroyskari politiskari sið­v­enju avdúka eina fólk­a­ræð­is­liga skipan, sum ag­er­ar á einum lágum støði. Sam­an­renn­ingin av religión og pol­i­tikki er vandamikil og er í summ­um førum vanvirðandi mis­nýtsla móti bæði Gudi og dem­o­kratinum, endar Hans Andr­ias Sølvará.

Fakta
Hans Andrias Sølvará
Føddur í 1962.
Cand. mag. í søgu og heimspeki frá lærda háskúlanum í Århus.
Undirvísir á Fróðskaparsetri Føroya og Studentaskúlanum á Kambsdali.
Fakfelagsformaður í Yrkisfelagi Studentaskúla- og HF-lærara.
Hevur skrivað fyrsta bind av Løgtingssøguni frá 2002.

»Religión og modernitetur«
Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri mod­ern­að­a menn­iskj­að? Hvønn leiklut hevur religión í almenna og politiska rúm­inum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri við­komandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta á­trún­að­ar­ligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjak­i­num. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð komandi vikurnar kastar Heini í Skorini ljós á hes­ar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava yms­ar tilgongdir til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er annar partur.