Tinnitus er einsligt brek

Felagið fyri hoyribrekað savnar eisini tey, ið líða av tinnitus

Ein stórur partur av fólkinum plágast av sjóðan ella dunið fyri oyrunum. Fyribrigdið verður rópt »tinnitus«, og tað er ein sannroynd, at mong menniskju eru so hart rakt av hesum breki, at tað ávirkar alla teirra tilveru. Ofta føla fólk seg ógvuliga einsamøll við hesum, tí ilt er at fáa onnur at skilja, hvussu trupult tað kann vera at hoyra ljóð inni í høvdinum dag og nátt - altíð. Væl at merkja eitt ljós, sum onnur ikki hoyra og sum ikki kann mátast.

Serliga tey, ið arbeiða í nógvum gangi og tey ungu, sum lurta eftir hørðum tónleiki, eru útsett fyri at fáa tinnitus. Og vert er at hava í huga: tá hoyrnin er skadd, so vendist ikki aftur. So er hon skadd fyri lívið.

Felagið fyri hoyribrekað savnar eisini tey, ið líða av tinnitus. Vit hava fyrr skipað fyri tiltøkum í hesum sambandi. Men nýggj fólk koma til alla tíðina, sum kenna seg einsamøll við breki sínum. Tí skipa vit leygardagin 26. februpar fyri einum evnisdegi um tinnaður øllum teimum, ið líða av tinnitus og avvarðandi teirra. Tiltakið fer fram í MBF-húsinum í Havn frá kl. 10 til 15. Ætlanin er at kunna um tinnitus frá ymiskum síðum og luttakararnir fáa eisini høvið til at siga frá, hvussu tey uppliva brekið. Nakrir av limum felagsins fara at leggja fyri. Oyrnalæknin og eudiologiassistenturin verða við. Fysioterapeuturin Unn Dimon fer at tosa um avspenning í samband við tinnitus. Á middegi verður døgurði. Øll eru vælkomin til hendan evnisdag, tó krevst tilmelding í seinast alagi mikudagin 23. feb. á tlf. 421144 ella tlf. 313320. Kostnaður fyri dagin 50 kr. Sí eisini lýsing í »Lýsingartorginum«.

Tinnitus er einsligt brek - kanska verður tað lættari, tá tú veitst, hvussu onnur klára at liva við tí.