Tipp um korona: Vit bera okkum púra skeivt at

Eftirspuringurin eftir spritti farin út um alt mark – men tað er ikki tað besta at brúka, siga bæði Apotekið og Kemilux í eini felags áheitan á føroyingar

– Skulu vit forða fyri at korona smittan breiðir seg, skulu vit ikki brúka hondspritt í staðin fyri sápu.

Tað siga bæði Apotekið og Kemilux nú í eini felags fráboðan í morgun.

– Vit skulu ikki undirmeta nyttuna í at vaska sær um hendurnar. Nógvir føroyingar eru sendir til hús at arbeiða, og tí átti  eftirspurningurin eftir hondspritti at fallið hjá privatfólki, siga Apotekið og Kemilux.

– Men tað tykist ikki vera støðan, nú næstan ein vika er farin síðani Landsstýrið boðaði frá at skúlar, dagstovnar og annað skuldu lata aftur.

– Hesar seinastu tvær vikurnar er eftirspuringurin eftir spritti farin út um alt mark, og tað er púra skilaleys og burturvið, siga tey.

Tað tykist sum hondsprittið er tikið fram um tað vanliga reinføri í hesum døgum. Privatfólk keypa spritt sum ongantíð áður, bæði hondspritt ella yvirflatuspritt, siga Apotekið og Kemilux.

Og staðfestast kann beinanvegin, at eftirspurningurin tykist ikki at vera minkaður, hvørki hjá Kemilus ella Apotekinum.

Hetta er ikki ein vanlig støða vit eru komin í sum samfelag, og tí bera vit okkum heldur ikki at sum vanligt, siga tey.

Bæði Kemilux og Apotekið vilja fegin ganga øllum viðskiftafólkum á møti og nøkta eftirspurningin eftir spritti

Men fyrst og fremst ljóðar tann staðiliga áheitanum frá teimum: Brúka vit og skil.

Tey staðfesta samstundis, at vanlig sápa er besta evnið at sóttreinsa við tí hon brýtur feitthindina virussinum niður.

Tí eru hyggjuráðini, at fólk skulu fyrst og fremst vaska sær um hendurnar. Men halda fólk at tað eisini er neyðugt at spritta, kann tað gerast aftan á.

– Tað, sum hevur størstan týdning, er, at fólk vaska sær um hendurnar við sápu fleiri ferðir um dagin, siga Apotekið og Kemilux, men halda fólk at tað er neyðugt, kunnu tey eisini spritta sær um hendurnar aftan á.