Útisetakvinnur flyta upp

Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum hava tryggjað sær uppflyting, meðan harrarnir standa yvir fyri einum finaludysti í næstum

Síðsta sunnudag spældu kvinnurnar ímóti CBS og vunnu 22-18. Harvið er uppflytingin veruleiki, so komandi kappingarár spæla tær í Seriu 1, sum svarar til 4. deild í Danmark. Oman fyri hesa deild eru Københavnarserian, 1. deild og Guldbagerligan.

Enn er ein dystur eftir at spæla í deildini, men tá ÍF Føroyar hevur tvey stig fleiri enn Ajax Keypmannahavn og hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar ímóti teimum, so er uppflytingin veruleiki.


Menninir væl við

Eisini menninir vunnu sín dyst, sum eins og hjá kvinnunum var teirra næstsíðsti. Talan gjørdist um ein 27-19 sigur á HIK, eftir hálvleiksstøðuna 12-6.

Dysturin skuldi vinnast, soleiðis at føroysku harrarnir hava eitt so gott útgangsstøði sum gjørligt undan dystinum móti Team Nørrebro 5. apríl, sum verður eitt slag av finulu um at flyta upp í Seriu 1, sum er undir Keypmannahavnarseriuni.

Oman fyri Keypmannahavnarseriuna er CBB deildin, umframt 1., 2. og 3. deild, so Seria 1 svarar til 6. deild, og tað er her, at menninir hjá ÍF Føroyum ætla at spæla næsta ár.