Útisetar kjakast um makrelin

Enn einaferð bjóða útisetarnir í Keypmannahavn til livandi radio úr útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn. Hesaferð skal tað eitt nú snúgva seg um makrelstríðið.

 

Klokkan 14.00 fer Ghetto Føroyar sendingin hjá Rás2 av bakkastokki. Hesaferð verður tað livandi tónleikur við Knút Háberg Eysturstein.

 

Haraftrat vitjar eitt umboð fyri ÍF Føroyar í rásarúminum, og her verður greitt frá hvussu bótin, sum ÍF Føroyar fekk fyrr í ár hevur ávirkað virksemi hjá felagnum.

 

Umframt tað vitja Ingibjørn Johannesen og Marita Joensen í rásarúminum. Ingibjørn er handilsløgfrøðingur og Marita er bachelor í International Business and Politics. Hesi hava bæði skrivað stórar uppgávur um makrelstríðið, og tað er í hesum sambandi at tey vitja Ghetto Føroyar.

 

Kjakið verður í seinna tímanum av sendingini.