HONDBÓLTUR
Menninir hjá ÍF Føroyum vunnu 24-20 á VHC/Vidar, har hálvleiksstøðan var 13-13.
Við trimum mansverjum á bakkspælararnar órógvaði VHC/Vidar føroyska álopsspælið, samstundis sum teir sjálvir vóru effektivir og løgdu seg á odda við fýra málum.
Føroysku leikararnir skuldu hava eina løtu, áðrenn teir megnaðu at svara aftur. Men hvørja ferð ÍF Føroyar nærkaðist VHC/Vidar í málum, so høvdu hesir eitt aftursvar, og tískil høvdu danir leiðsluna fleiri ferðir við fleiri málum stóran part av fyrra hálvleiki.
Men tá so føroyingarnir funnu upp á at mansverja stórskjúttan hjá VHC/Vidar, vísti tað seg, at føroyska liðið stóð danska liðnum kurl, og stutt fyri steðgin kom ÍF Føroyar upp á javnt.
Eftir steðgin koyrdu føroysku leikararnir á. Rani Slættanes og Heini Bendtsen syrgdu fyri flestu av føroysku málunum, meðan Ragnar Mouritsen vardi væl fyri í hinum endanum.
Hetta hevði við sær, at ÍF Føroyar vann dystin við fýra málum, 24-20.
Av teimum 24 málunum gjørdi Heini Bendtsen 6, Rani Slættanes 5, Leif Hákun Jacobsen 4, Ári Rouch 3, Leif Mikkelsen 2, Hjalti Jacobsen 2, Magnus Poulsen 1 og Róar Akralíð 1.
Sigurin merkir, at ÍF Føroyar yvirtaka oddasessin og hava 15 stig. Team Nørrebro, ið er argasta kappingarneytin, hevur 14 stig við einum dysti til góðar.
Føroysku hondbóltskvinnurnar hava framvegis í jólafrí.