Útisetar í toppdysti

Eftir góðu kappingarbyrjanina í donsku elitudeildini, skal føroyska talvfelagið nú royna seg sunnudagin móti toppliðnum úr Helsingør

Upptakt
 
Danska liðkappingin er eitt sera gott høvi hjá føroysku telvarunum at royna seg móti telvarum á høgum støði. Tað hevur í mong ár verið soleiðis, at ein fittur partur av føroysku landsliðstelvarunum hevur verið búsettur í Danmark og hetta hevur gjørt tað møguligt hjá felagnum at vinna lið sítt upp gjøgnum allar tær mongu deildirnar í donsku skipanini.
Skakforeningen Føroyar, ella Talvfelagið Føroyar, varð stovnað 14. september 1984, og hevur felagið tí yvir tjúgu ár á baki. Millum stovnararnar var Jákup Henriksen, sáli, og var hann eldsálin í felagnum fyrstu mongu árini.
Í fjør megnaði føroyska útisetaliðið at varðveita nývunna sæti sítt millum átta bestu donsku liðini uttan nakrantíð veruliga at vera í niðurflytingarvanda. Liðið endaði loksins á sætta plássi seinasta kappingarár, men frástøðan til tey bæði niðastu liðini var stór. Hinvegin vóru fá stig upp til ovaru helvt.
 
Stutt um Skakliguna
Føroyska útisetaliðið er eitt av átta liðum í Skakliguni, ið er spildurnýggja navnið á bestu donsku deildini. Bjarta byrjanin hjá føroyingunum fyrstu tvey umførini hevur við sær, at lúrt verður nú eftir at enda í topp 3.
 
Støðan eftir 2. umfar
Helsinge                       13
Helsingør                      10
TF Føroyar    9
SK 1968        8
Brønshøj        8
Nordre                      6,5
Skolerne                      6,5
K 41              2
 
Sjey umfør skulu telvast í Skakliguni. Seinasta umfar verður 6. mars.
Seinastu trý árini hevur Helsinge verið danmarksmeistari. Teir hava m.a. tríggjar stórmeistarar í leikarahópi sínum. Helsinge er eisini sum væntað trygt á odda undan triðja umfari.
Seinastu trý árini hevur tað verið luturin hjá Skolernes Skakklub at gerast silvurvinnarar. Í ár verða teir neyvan eins drúgvir, m.a. orsakað av tapinum móti føroyska liðnum í 2. umfari. Hini liðini í deildini skulu veruliga telva nógv betur enn væntað, um tey skulu megna at hótta oddaliðið. Hetta er eisini galdandi fyri TF Føroyar.
 
Liðbroytingar
Av fíggjarligum ávum ber tíverri ikki til at hava norska stórmeistaran Einar Gausel á liðnum. Gausel royndist væl í fjør við sínum fýra stigum av seks møguligum. Í mun til í fjør, er veteranurin í føroyska talvfelagnum Eyðun Nolsøe, búsitandi í Føroyum í løtuni. Hinvegin er danski altjóða meistarin Nikolaj Borge aftur at finna í føroysku leguni.
Á næstu borðunum finna vit teir tríggir, John Arni Nilssen, Heini Olsen og Flóvin fiór Næs. Allir eru Fide-meistarar og hava fingið fyrstu IM-normarnar. John Arna vantar bert tann triðja og síðsta normin fyri at ogna sær heitið sum altjóða meistari.
Hinir føroyingarnir á liðnum eru Carl Eli N. Samuelsen, ið var toppskjútti á liðnum síðsta kappingarár, Heini Danielsen, Terji Petersen, Poul Martin Hansen og Arild Rimestad.
Afturat teimum eru í leikarahópinum hjá TF Føroyum eisini nakrir føroyingar, ið eru búsettir í Føroyum. Hesir eru John Rødgaard, Eyðun Nolsøe, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen, sum allir vóru á føroyska landsliðnum í OL-kappingini á Mallorka herfyri. Ætlanin er, at hesir fýra skulu styrkja um liðið, tá á stendur, og tá tað liggur fyri hjá teimum. Í fyrstu tveimum umførunum leikti Martin Poulsen á liðnum og hjálpti hann væl felagnum við sínum hálvumøðrum stigum.
 
Dysturin sunnudagin
Óvæntað er, at dysturin millum føroyingar og liðið úr Helsingør kann kallast toppdystur. Men bæði Helsingør og TF Føroyar fingu somikið góða kappingarbyrjan, at liðini ávíkavist eru nr. 2 og 3. Helsingør, ið júst er flutt upp í bestu donsku deildina, er m.a. mannað við vælkendum sterkum donskum stórmeistara, Sune Berg Hansen, og Jacob Aagaard, sum júst hevur ognað sær sín triðja stórmeistaranorm. Honum vantar bert at hála sítt ratingtal uppá 2500, sum er krav fyri at kunna kalla seg stórmeistara. Hesir báðir verða sjálvsagt tungir bitar at slúka fyri Nicolaj og John Arna, men í roynd og veru er ikki nógvur styrkismunur millum hesar menn. Alt kann henda.
Heini O., Flóvin og Carl Eli hitta hvør í sínum lagi nøkunlunda javnsterka mótstøðu. Møguliga liggur kjansurin og lykilin til eitt gott føroyskt úrslit í júst hesum uppgerðum. Heini D., og Terji hava eisini góðar møguleikar at ogna sær okkurt stigið. Áttanda borð hjá føroyingum, Pól Martin Hansen, tykist sterkari enn hvat ratingtal hansara ljóðar. Tí eigur eisini at verða møguleikar hjá honum at bíta frá sær, tá hann hittur kvinnuligan telvara, ið hevur væl hægri rating.
Samanumtikið er talan um ein spennandi dyst, ið er ringur at meta um. Fjórða umfar verður 16. januar og tá hitta føroyingar brønshøj.