Manshondbóltur hevur ikki verið á skránni hjá ÍF Føroyum í fleiri ár, men um vikuskiftið varð aftur lagt til brots. ÍF Føroyar komu ikki væl frá byrjan og komu eisini afturúr beinavegin. Mitt í hálvleikinum eydnaðist tað tó at koma á odda, og hálvleiksstøðan var 10-6. Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri, og fleiri ferðir vóru VHC/Vidar við at fáa javnleik. Hetta eydnaðist tó ikki, og móti endanum økti Heini Bendtsen til bæði 18-15 og 19-15 og avgjørdi harvið dystin, sum endaði við 19-16 sigri. ÍF Føroyar hevur eisini eitt kvinnulið har fyrsti dystur verdur tann 19. oktober.