Útiseti kemur heim til Føroya at spæla

Føroyskur U21-landsliðsleikari fer helst at spæla í Effodeildini í seinnu helvt av kappingini.

Hefyri kunngjørdi 19 ára gamli, føroyski U21-landsliðsleikarin, Betuel Hansen, á sínum Facebook-vanga, at eftir summarfrítíðina fer hann aftur spæla fótbólt í Føroyum. Seinastu trý árini hevur runavíkingurin, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í NSÍ, spælt við danska Silkeborg, har hann samstundis hevur gingið í handilsskúla. 

Keldur hjá Miðlahúsinum vilja vera við, at TB er áhugað í miðvallarleikaranum, men sjálvur sigur Betuel, at ongin endalig avgerð er tikin um framtíðina.

- Tann einasta avgerðin, sum eg havi tikið er, at eg komi heim at spæla fótbólt eftir summarsteðgin. Hvar, hvat og hvussu havi eg ikki tikið avgerð til enn, sigur Betuel Hansen í samrøðu við in.fo.

Hann væntar, at tað ikki verður fyrr enn síðst í hesum mánaðinum, at endalig avgerð fyriliggur um fótbóltsframtíð hansara.

- Eg gangi á handilsskúla í Silkeborg, og eg havi tvær royndir eftir, áðrenn eg sleppi heim. Eg fari úr Danmark við Norrønu tann 28. juni og eri í Føroyum 29., so eg rokni við, at mín endaliga avgerð verður tikin, tá eg eri komin heim til Føroyar, sigur Betuel Hansen at enda.

Betuel Hansen hevur spælt fýra landsdystir fyri U21-landsliðið í núverandi undankapping. Eisini hevur hann umboðað onnur føroysk ungdómslandslið. Hann var tó ikki við í U21-landsliðshópinum, sum farna hósdag tapti 1-6 ímóti Finnlandi á Tórsvølli.

Sum 16 ára gamal spældi hann tveir dystir á Effodeildarliðnum hjá NSÍ í 2013, og sostatt er eiheldur óhugsandi, at NSÍ verður komandi felagið hjá Betueli Hansen.