Álendski mentamálaráðharrin, Tony Asumaa, er í hesum í Føroyum á almennari vitjan hjá føroyska starvsfelaga sínum Rigmor Dam. Endamálið við vitjanini er at kunna seg um føroyska mentanarøkið, upplýsir Mentamálaráðið.
Á vitjanini vitjar ráðharrin ymiskar mentanarstovnar og hevur hann í dag verið á gátt hjá Glasi og Kringvarpinum, har Rigmor Dam hevur greitt honum frá føroyska mentanarøkinum í síni heild, umframt at hann hevur luttikið á einum fundi um føroysku UNESCO-luttøkuna.
Í morgin vitjar álendski mentamálaráðharrin í Norðurlandahúsinum, á Tjóðsavninum og á Fróðskaparsetrinum, har hann millum annað eisini skal hitta umboð fyri granskingarráðið. Seinnapartin í morgin fer hann á eina útferð.
- Føroyar og Áland hava nógvar av teimum somu avbjóðingunum - men vit hava eisini nógvar av teimum somu møguleikunum, sigur Tony Asumaa og vísir á, at Áland eins og Føroyar hevur stórt sjálvræði.
Í Álandi kenna tey somuleiðis alt til trupulleikan av at missa ungfólk til onnur lond.
- Okkara ungu lesa víðari í Svøríki og Finnlandi, tí okkara útbúgvingarskipan gongur bara upp til bachelor. Tí er tað sera áhugavert fyri meg at síggja, hvussu nógv tit megna at skapa í Føroyum, bæði við hægri útbúgvingum og við møguleikunum til dømis á Glasi, sigur Tony Asumaa.
Hann heldur, at Føroyar eru eitt sera áhugavert undangonguland fyri smærri tjóðir sum Áland, tí møguleikarnir her - á øllum økjum - eru so sera stórir í mun til lága fólkatalið.
- Nógv av tí, sum eg síggi í Føroyum, eru loysnir, sum vit eisini hava tosað um í Álandi, men tað sær út til, at tit eru betri til at umseta hugskot til veruleika og skapa møguleikar fyri fólkið, sigur hann.
Tony Asumaa fer avstað aftur mikudagin.