- Tit gera nógv fyri tey eldru

Fleiri føroyskir ungdómar hava verið skiftisnæmingar í øðrum londum. Men nú er túrurin eisini komin til tey eldru.
Hesa vikuna hava hjúnini Jákup og Maria Hansen í Vestmanna fingið serstaka vitjan úr Svøríki, nevniliga eini eldri hjún sum steðga her í eina viku. Í summar skulu føroysku hjúnini til Svøríkis sum skiftispeniónistar.

 
Vestmanna/Luleå: - Nei, vit høvdu ikki ánilsi av, hvat Føroyar var fyri nakað. Ella hvar tað lá!
- Men í dag hava vit lært tykkara vøkru oyggjar at kenna. Vit hava eisini sæð, hvussu dámligt og vinarligt fólkið er. Og ikki minst ótrúligu vertir okkara!
Mikudagin í farnu viku komu svensku hjúnini Birgitta og Gunnar Hansson úr Luleå til Føroyar. Í eina viku skuldu tey verða gestir hjá einum hjúnum í Vestmanna.
Hetta er alt ein partur av verkætlanini Okkara lív sum eldri, har Føroya Kommunufelag umboðar okkara land, saman við kommunum í Noregi, Finlandi og Svøríki.
Í samband við hetta kom møguleikin hjá hesum svensku hjúnunum at vitja í Føroyum. Her fáa tey møguleika at fáa kunnleika um, hvussu tey eldru hava tað her, og hvørjar samanberingar annars eru millum londini bæði.
- Vit hava upplivað ótrúliga nógv, og vit hava líka so nógv at greiða frá, tá vit koma aftur til Luleå.
- Hetta hevur alt verið eitt ótrúligt upplivilsi. Vit hava trivist frá fyrstu løtu, siga svensku hjúnini.
 
 
Vitan um Føroyar
Tey bæði, Birgitta og Gunnar gjørdust ikki sørt skakk, tá tey í heyst fingu at vita, at tey skuldu til Føroyar.
Lýst varð við hesum møguleikanum fyri einum eldri pari at vitja eitt eldri par í Føroyum. Tey bæði høvdu tó ikki sæð hesa lýsingina, har greitt varð frá hesi verkætlanini.
Nakað seinni vórðu tey uppringd og spurd, um tey høvdu áhuga í at fara higar at vitja, um tey fingu møguleikan.
- Vit svaraðu ja, hóast vit ikki vistu, hvar Føroyar lógu ella hvat fólkið livdi av. Men tað vita vit nú, siga tey bæði.
Beinanvegin sum tey fingu hesi boðini fóru tey á bókasavnið fyri at finna fram til upplýsingarnar um hesar oyggjarnar. Og har fingu tey nógv at vita.
- Har sóu vit m.a. at tit hava nógvan seyð, og at fiskivinnan hevur so stóran týdning fyri tykkum.
- Vit hava nú eisini sæð og upplivað, at tit hava fleiri fjøll enn, hvat vit høvdu væntað frammanundan, siga tey bæði.
 
Gott útsýni
Tá tey komu higar til landið so vardi ikki leingi, fyrrenn tey skiltu at tey vóru sera heppin, tí vertir teirra vóru sera fyrikomandi og blíðir.
- Hóast málini eru ólík, so hevur tað ikki verið nakar trupulleiki, siga svensku hjúnini.
Føroysku vertirnir hava gjørt alt fyri at gestirnir kundu síggja og uppliva so nógv av Føroyum og føroyingum sum gjørligt. Tey hava m.a. vitjað í Tilhaldinum í Havn og í gjár høvdu tey fund við umborð fyri Pensiónistafeløgunum kring landið.
Hesin fundurin varð hildin í Gøtubráð, sum er sambýlið í Gøtu. Og har varð eisini møguleiki hjá teimum at fáa størri kunnleika um eldraøkið í Føroyum.
Hinvegin so fingu tey eisini møguleika fyri at síggja, hvussu eitt føroyskt sambýli verður rikið og hvussu nógv starvsfólkini gera, fyri at hugna um og vera um tey eldru.
- Hetta sambýlið í Gøtu var jãttebra, siga tey bæði við ein munn.  Hetta er eitt ótrúliga gott stað fyri tey eldru. Og so tað vakra útsýnið ... so vakurt útsýni sum her, tað skal ein leita leingi eftir!
Tey heilsaðu uppá onkran av búfólkunum og fingu eisini høvið at sleppa inn í eitt av kømrunum, har ein eldri kvinna búði.
 
Somu trupulleikar
At tey yvirhøvur komu hendavegin er orsakað av hesi verkætlanini Okkara lív sum eldri, sum m.a. Føroyar og Luleå Kommune eru partar av.
Hetta við viðurskiftunum hjá teimum eldru er eisini nakað, sum hevur teirra stóra áhuga: At síggja, hvussu tey eldru hava tað í Føroyum, og síðani at greiða frá, hvussu umstøðurnar hjá teimum eldru eru í Svøríki.
Hóast tey bara hava verið her í fimm dagar so duga tey at síggja eitt: Trupulleikarnir hjá teimum gomlu eru eins her í Føroyum sum teir eru tað í Svøríki.
Hinvegin so er støðan eisini hon, at bæði londini kunnu læra av hvørjum øðrum.
- Vit hava eisini sæð her, at tit eru komin rættiliga langt á ávísum økjum, m.a. við møguleikunum hjá teimum eldru at hittast.
- Hetta sóu vit m.a. í Tilhaldinum í Havn. Tað var ein stór uppliving, og tað var ótrúligt, so nógv spennandi tey høvdu á skránni hvørja einastu viku, siga tey bæði.
Í Luleå verður gjørt eitt stórt arbeiði fyri at undirvísa teimum eldru. Her finst m.a. ein serstakur skúli í hesum sambandi, har nógv av teimum eldru fáa sær nýggja vitan og nýggjan kunnleika.
Ein mun sóu tey kortini í eldraøkinum: Her á landi taka børnini sær væl av foreldrum sínum, tá tey gerast eldri.
Í Svøríki er støðan ikki tann sama, og tí verða tey eldru ofta noydd at fara á eldraheim, ofta kanska fyrri enn neyðugt.
Hinvegin so er heimarøktin rættiliga væl útbygd allastaðni, men tað eru kortini nøkur støð, har hon ikki er eins væl útbygd.
- Í Luleå eru vit kortini so heppin, at heimarøktin væl útbygd, siga tey bæði.
 
Á somu støð
Í dag er Gunnar 71 ára gamal og Birgitta 68 ár. Aftanfyri seg hava tey eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum.
Gunnar arbeiddi innan svenska flogvápnið sum tyrlumekanikkari, meðan Birgitta arbeiddi í síni sum lærari hjá børnum undir skúlaaldur.
Í samband við vitjanina her varð skipað so fyri, at tey hava eisini havt stundir at vitja í sambýlinum í Vestmanna og í barnagarðinum.
- Nei, eg havi ikki enn havt møguleika fyri at vitja teir, ið arbeiða við tyrlum á flogvøllinum í Vágum. Eg veit heldur ikki, um tíð verður til tað, sigur Gunnar.
Prátið er liðugt, og nú skal fundurin við umboðini fyri Pensiónistafeløgini byrja. Hetta er eisini ein partur av skránni hjá svensku gestunum.
Her er nógv at tosa um hjá teimum, tí gongdin í heiminum er hon, at tey eldru gerast frískari, ríkari, tey liva longri og seta størri og størri krøv.
- Hóast tit eru eitt lítið land og vit koma frá einum stórum landi, so hava vit nógv felagsmál at tosa um.
- Vit gleða okkum at møta føroysku umboðunum, siga Birgitta og Gunnar.
 

 
 
Til Svøríkis í summar
Tá hjúnini Hansson fingu at vita at tey skuldu til Føroyar, svaraðu tey sum vera man játtandi uppá tað.
Men tey vistu ikki, hvat tey skuldu vera, búgva ella hvat var á skránni undir vitjanini. Tey fingu bara at vita, at tey skuldu búgva hjá einum pari í Vestmanna
Í sambandi við verkætlanini hevði Komunnufelagið heitt á hjúnini Jákup og Mariu Hansen í Vestmanna um at taka imóti hesum svensku hjúnunum í eina viku. Hesum játtaðu tey.
Og mikudagin í farnu viku var so fyrsta ferðin, at Birgitta og Gunnar settu fót sín á føroyska jørð. Og fyrstu ferð at Jákup og Maria hittu svensku gestir sínar.
Hetta verður kortini ikki seinasta ferðin at tey hittast. Sambært verkætlanini so skulu hjúnini úr Vestmanna til Svøríkis at vitja Birgitta og Gunnar seinni í ár.
Heima í Luleå hava tey nógv, sum tey fegin vilja vísa fram fyri føroysku hjúnunum. Bæði eru tey virkin í ymiskum lestrarringum og teimum dáma eisini sera væl at bowla. Annars er náttúran sera vøkur kring heimbýin, so har er nokk at vísa fram.
Enn er ikki endaliga avgjørt, nær hetta verður, men helst verður tað til tað, at hetta verður í summar.
- Vit vilja so fegin takka teimum fyri gestablíðskapin. Og tí kundu vit hugsað okkum at tey komu til okkum í summar, tá vit fara at hava okkara miðsummarhald, siga tey bæði brosandi svensku hjúnini.
Tey komu higar mikudagin og fara aftur til Svøríkis í morgin.
 

FAKTA
 
Okkara lív sum eldri
Føroya Kommunufelag luttekur í eini trý ára millumtjóða verkætlan við hesum heiti.
Verðkætlanin verður stuðlað av grunninum Northern Periphery Program, sum aftur verður fíggjaður av ES og av londunum, sum eru fevnd av grunninum.
Verkætlanin byrjaði við luttøku av Føroya Kommunufelag, Bodø kommune í Noregi og Luleå kommune í Svøríki. Síðani eru tvær kommunur í Finnlandi vorðnar partur av verkætlanini, umframt Universitetið í Aberdeem eisini luttekur.
Endamálið er at lýsa eldraøkið í teimum ymisku londunum, og at koma við uppskotum um, hvussu eldraøkið kann skipast á besta hátt í framtíðini.