Beint eftir konsertina hjá Shu-Bi-Dua kom Tróndur Arge inn á pallin, har hann fekk heiðurin at standa fyri heiðranini av steypavinnarunum Framman fyri einum kjokkfullum Vágsbøi varð vinnaramálið hjá Sorin Anghel endurspælt í hátalaranum. Tá væl dámdi setningurin ?og bólturin er í netinum!?, mundi rómurin ongan enda fingið hjá teimum mongu EB/Streyma fjepparunum, ið høvdu savnað seg fremst við pallin. Samstundis komu hetjurnar hjá sundalagsmonnum skrúðgangandi inn á pallin.
Nøvnini á leikarunum vórðu upplisin, og seinast varð navnið á matchvinnaranum rópt upp, og Sorin Anghel trakkaði fram við steypinum upp um høvd.
Liðskiparin, Egil á Bø, fekk mikrofonina og takkaði sínum áskoðarum. ?Tit gjørdu munin. Tit áttu at fingið prísin sum Føroya bestu áskoðarar.?
Um áskoðararnir hjá EB/Streymi eru Føroya bestu ella ikki, skal ikki sigast, men eingin ivi kann vera um, at teir í løtuni eru Føroya glaðastu áskoðarar.