- Tit hava besta matin í heiminum

Joku Ahola var sera væl nøgdur við kappingina, sum hann helt hevði gingið fyrimyndarliga væl. Finnin segði seg vera hugaðan at venda aftur til Føroyar, sum hann heldur hava heimsins besta mat

Tað var ein fegin Joku Ahola, sum Sosialurin hitti stutt eftir, at kappingin um at gerast The Atlantic Giant 1999 var lokin. Umgyrdur av børnum, sum vildu hava autograf, greiddi fyrikomandi finnin frá, at hann helt kappingina vera sera harða, men eisini stak góða.

Hópurin av luttakarum var eisini sera góður, so Ahola var fegin um at hava bast bæði Magnus Samuelson og Regini Vágadal, sum hann beinan vegin metti sum sínar truplastu kappingarneytar.


Góðar kappingargreinar

Finnin var eisini væl nøgdur við kappingargreinarnar, sum hann segði hóskaðu seg væl til hansara. Undan kappingini stúrdi hann einans eitt sindur fyri Wheel Flip, men hesa kapping vann hann, so har var helst eingin orsøk til at stúra.

Ahola segði, at tað vóru nógvar kappingargreinar, har stórt trýst var á ryggin, og sunnumorgunin var breiðvaksni ryggurin á finnanum eisini móður, greiðir hann frá og leggur aftrat, at tá hann so kom í gongd sunnudagin, merkti hann tó einki til hesa møði.

Joku Ahola tykist, í mun til nógvar av hinum luttakarunum, at vera ein maður, sum er sterkur í so at siga øllum kappingargreinum, og at hann hevur ongar veikar síður. Finnin hevur eina fortíð sum málverji í íshockey á høgum stigi, og eisini hevur hann fingist nógv við fótbólt og karate, og hetta metir hann eisini hava sín týdning. Somuleiðis heldur Ahola, at tað, sum hevur allarstórstan týdning, er, at man er í venjing alt árið. Tað nyttar einki at taka frí frá venjing í eitt tíðarskeið, tí vil man gera seg galdandi millum teir bestu, so noyðist man altíð at vera í venjing, sigur finski risin.


Ikki óvæntað úrslit hjá Regin

Um úrslitið hjá Regini, sigur Ahola, at tað var ikki óvæntað. Um eg hevði skipað fyri eini kapping í Finlandi, so høvdu tað verið nógvar kappingargreinar, sum eru góðar fyri meg, og tað sama er galdandi fyri Regin, tá hann hevur eina kapping her í Føroyum, sigur Joku Ahola, sum tó leggur aftrat, at Regin stóð seg einastandandi væl. Tó heldur finnin, at Regin og hann hava ein vansa í at vera so lágir í mun til nógvar av hinum, men Ahola leggur aftrat, at hetta ger tó einki, um tú ert í nóg góðari venjing.

Í Finlandi er hesin ítrótturin sera væl dámdur, men stendur tó enn nakað í skugganum av íshockey og skíítróttinum. Nógvir sterkir menn eru í Finlandi, og tá ið kappingar eru í landinum, eru tað nógvir, sum vilja vísa sína styrki. Eisini er áhugin millum áskoðararnar sera stórur fyri hesari ítróttargrein.

Joku Ahola sigur, at hann sera fegin kemur aftur til Føroya komandi ár at kappast, og honum hevur dámt sera væl at vera í okkara landi, sum hann metir hava heimsins besta mat.