Tit lótu úrslitini tala!

Góðu Sandingar!

Tað er við stórari virðing fyri fjøldini av Sandingum, at eg eyðmjúkur takki so hjartaliga fyri stuðulin til lista C. á kommunuvalinum í gjár. Ein serlig tøkk og heilsan til tykkum, sum persónliga stóðu mær við lið og afturvaldu meg í kommunustýri, við enn størri undirtøku.

Fari at gera alt eg megni, saman við listanum, í royndini at savna bygdina, og samstarv er ein opin møguleiki frameftir. Samstarvið treytar báðar partar og tað er sjálvsagt at leiðsluábyrgdin eftir kommunuvalið, er á lista C.

Góðu og trúgvu veljarar og vinfólk! Valsigurin er tykkara. Tit eiga alla ávirkanina og vit skulu gera okkara besta at umsita tykkara vald. Góðu stillarar. Túsund takk fyri tykkara framúr góða arbeiðið.

Samstundis vil eg nýta høvi at ynskja Brandi Sandoy, Rúna Winther, Olgu Fossdalsá, Eyðvarði Petersen, Poul Klementsen, og Fríða Nolsøe tillukku við valinum.

Takk til Lis Clementsen, Bjarka Henriksen, og Jógvan Vest, sum gjørdu eitt megnararbeiði, hóast tit ikki vóru vald hesuferð. Tað verður boð eftir tykkara styrki framyvir.

Takki mínum góða vini Tóra Johannessen, varaborgarstjóra, fyri ótrúligan stuðul í truplum tíðum, og fyri væla samstarv.

Ein serlig tøkk til míni nærmastu, sum altíð hava staðið mær við lið.