Tit tveita børn okkara á bláman og sorla ein vælvirkandi skúla

Trý av mínum børnum skulu flyta og ganga á tólv (12) skúlum næstu árini. Hvat er tað at bjóða yngstu borgarum og einari barnafamilju í Havn í 2015?  Vit foreldur at børnum í Venjingarskúlanum eru ørkymlað og stúrin um støðuna okkara børn eru endað í, nú Venjingarskúlin og Kommunuskúlin eru skramblaðir saman.

 

Venjingarskúlin hevur virkað væl nú í 47 ár við støðugum og tryggum umstøðum, við einum lítlum skúla (Gula Skúla) til innskúlingina 1.- 2. flokk. Hesin skúlin liggur 200 m frá høvuðsskúlanum, sum hevur hýst 3. – 9. flokki. Skúlin hevur ongantíð havt nakrar trupulleikar við at hýst øllum næmingunum, sum hava gingið á skúlanum. Tað hevur ongantíð verið neyðugt at brúkt barakkir, bingjur o.a. til undirvísingarhølir, sum Kommunuskúlin t.d. hevur gjørt seinastu nógvu árini. So uppáhaldið hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, um at Venjingarskúlin ikki hevur nøktandi hølisumstøður, vil eg staðiliga vísa aftur. Eisini vísir Bjørn Kalsø á, at hølistrupulleikarnir fyri lærarar og næmingar ikki eru íkomnir av samanlegginingini. Hetta má eg eisini vísa aftur, tí fyri Venjingarskúlan eru hølistrupulleikarnir nettupp íkomnir av samanleggingini. Hetta vísir bara, at landsstýrismaðurin tíverri als ikki hevur sett seg inn í málið, áðrenn hann hevur viðgjørt og góðtikið samanleggingina.

 

Nú eftir at Venjingarskúlin og Kommunuskúlin eru lagdir saman, skulu okkara børn ganga á fimm ymiskum skúlum runt um í øllum býnum í einum øki, sum fevnir um 3.000 m: Miðbýnum, Fr. Petersensgøtu, á Frælsinum, Argjum og Gundadali.

 


Venjingarskúlin virkar sera væl
Venjingarskúlin hevur havt eitt framúr gott og virkið skúlastýri, eina skilagóða leiðslu, har starvsfólkini eru blivin vird og hoyrd. Úrslitið hevur verið ein vælvirkandi og góður lærarahópur, sum sýnist at trívast stak væl. Tað er altavgerandi, at lærarar hava optimalar arbeiðsumstøður, hava tað gott og trívast, tess betur eru teir førir fyri at veita hægstu góðsku bæði fakliga og sosialt. Hetta hevur sjálvandi positiva ávirkan á okkara børn, sum harvið fáa bestu umstøður til at læra og virka.

 

Við hesari samanleggingini eru okkara børn og teirra lærarar á veg inn í eina karrusell, har tey verða malin runt í eini út av lagi vánaligari tilrættislegging. Spurningurin er, hvussu leingi tey fara at orka at vera í hesi karrusellini, hvussu nógv fara at fella frá og vilja út á hálvari leið. Um tey fara at koma heilskapaði útaftur, ella um tey yvirhøvur orka inn í karrusellina.

 

 

Foreldur umhugsa at flyta síni børn
Foreldur eru nú av álvara farin at umhugsa at flyta síni børn í aðrar skúlar. Onkur fyrispurningur er farin til annan skúla um at taka ein heilan flokk inn, og tað vanlukkuligasta er, at okkara dugnaligastu lærarar eru farin at venda eyguni aðrar vegir.

 

At skipa Føroya størsta skúla við yvir 800 næmingum, krevur eina sera nágreiniliga, væl umhugsaða og væl tilrættislagda tilgongd. Tað er als ikki nakað, sum kann skundast ígjøgnum. Hesin skúlin skuldi nú verið lokomotivið og fyrimyndin í øllum tí føroyska skúlaverkinum, men orsakað av vánaligum politikki, vantandi førleikum og skilaleysum avgerðum, er hetta nú vorðið tann minst attraktivi skúlin í øllum landinum. Her verður alt tað góða, sum er uppbygt, niðurbrotið eftir fáum árum. Hví skal tað sum virkar sorlast sundur ?

 

 

Okkara børn verða offrað
Eg havi fýra børn á Venjingarskúlanum og fáa tey øll nógv verri umstøður við nýggju samanleggingini. Fyrsta uppskotið frá leiðsluni var at 1. flokkur í Gula Skúla, har yngsta barnið nú gongur, skuldi flyta oman í Kongagøtu í 2. fl., flyta í Brúna Skúla í 3. fl., flyta í Venjingarskúlan í 4. fl. fyri síðani at flyta í nýggja Vesturskúlan í 5. fl. Tvs. hesi børnini skuldu næstu 5 árini ganga á 5 ymiskum skúlum, uttan trygd fyri um flokslærararnir fylgdu við. Eru tað skilabestu umstøður at bjóða einum barni, sum akkurát er farið í skúla ?

 

Eftir at vit foreldur hjá hesum stakkals børnum hava mótmælt hesari skilaleysu avgerð til skúlaleiðslu, skúlastýrið, Tórshavnar Kommunu og Mentamálaráðið, bjóðaði skúlastjórin okkum á fund, har hann brádliga upplýsti okkum, at okkara børn nú kundu ganga tvey ár í Kongagøtu. Hetta, at ganga burtur frá upprunaætlanini og bjóða okkara børnum tvey ár í Kongagøtu, fær bara ymiskar aðrar avleiðingar fyri onnur í skipanini, og ein avleiðing er, at næstyngsta barnið næstu tvey árini verður avbyrgt á Brúna Skúla við Fr. Petersensgøtu, bert saman við sínum egna árgangi. Her verður als ikki lagt upp fyri tí sosiala og námsfrøðiliga, sum er minst líka týdningarmikið sum tað fakliga fyri eitt barn í menning.  Har verður ongin yngri at spæla við og vísa ábyrgd yvirfyri og ongin eldri fyrimynd at spegla sær í. Sosiali felagskapurin við bæði yngri og eldri børn gevur nakrar grundleggjandi menniskjansligar førleikar, hetta at læra at taka sær av og handfara tey yngru og hinvegin at duga at tillaga seg og rætta seg undir teimum eldru. Eitt annað, sum børn læra serliga nógv av í felagskapi við eldri børn, er tað málsliga. Hesi børnini, sum nú ganga í 2. fl í Gula Skúla, skulu ganga í Brúna Skúla í 3. og 4. fl., á Venjingarskúlanum í 5. fl. og í Vesturskúlanum í 6. fl. Tvs. at hesin flokkur skal ganga á fýra ymiskum skúlum næstu árini. Flokslærararnir í báðum hesum flokkum eru ikki í føstum starvi, tí er ongin vissa fyri, at hesir dugnaligu flokslærarar flyta við flokkunum.


Upprunaliga var ætlanin at savna innskúlingina í Kongagøtu, men ein onnur avleiðing av at bjóða okkara børnum tvey ár í Kongagøtu er, at 1. fl. sum byrjar í skúla næsta summar skal ganga á Venjingarskúlanum saman við miðdeildini og 9. fl. Nú knappliga gongur leiðslan fullkomiliga í móti sínum upprunaligu avgerðum, og heldur enn at savna spjaðir hon innskúlingina.

 

Næstelsta barnið verður flutt av Venjingarskúlanum út á Argja Skúla komandi skúlaár, fyri síðani aftur at flyta á Venjingarskúlan árið eftir í 9. fl., har tey koma at ganga saman við 1., 5. og 6. fl. At lata ein 9. fl. ganga saman við 1., 5. og 6. fl. er heldur ikki optimalt. Her hevði verið skilbetri at savna  framheildsdeildina 8. & 9. fl. á einum stað. Hesir næmingar koma ongantíð at ganga í nýggja Vesturskúlanum og fáa tískil ongar ágóðar av samanleggingini, men verða bert offur í hesari skilaleysu tilgongd, við at verða flutt tvær ferðir upp á tvey ár. Hesin flokkur, sum virkar fyrimyndarliga væl, og sum allir lærarar hámeta og elska at undirvísa, verður næstu tvey árini syndraður og saman við trimum øðrum 8. fl. uppdeildur í há-stig, mið-stig og lág-stig. Ein skipan, sum Kommunuskúlin eftir øllum at døma koyrir við. Hetta eru allir næmingarnir í flokkinum, eins og vit øll foreldur, sera misnøgd við.

 

Einasta barnið, sum ikki verður flutt, er tað elsta, sum fær 9. fl. prógv í ár. Tað sleppur tíbetur frá at fara inn í hesa karrusellina. Hesin flokkur hevur tó verið sera virkin at mótmælt ymiskum hetta seinasta hálva árið síðani samanleggingina 1. januar 2015. Tey hava skrivað bræv til leiðsluna við undirskriftum frá øllum næmingum úr 6. – 9. fl., um ymisk viðurskiftir, sum tey hava verið ónøgd við í sambandi við samanleggingina.

 

Samanlagt skulu trý av mínum børnum flyta og ganga á tólv (12) skúlum næstu fýra árini, til Vesturskúlin verður tikin í brúk !!! Hvat er tað at bjóða yngstu borgarum og einari barnafamilju í Tórshavn í 2015 ?

 



Vit skulu gjalda eksklusiva tónleikatilboðið hjá Kommunuskúlanum
Tórshavnar Kommunuskúli hevur seinastu árini bjóðað yngstu flokkunum tónleikaundirvísing við lærarum av Tórshavnar Musikkskúla. Hetta hevur verið ein skipan, sum Mentamálaráðið hevur fíggjað meginpartin av, og Tórshavnar Kommuna/Kommunuskúlin ein part saman við foreldrum, sum hava goldið kr. 5.000 um árið fyri næmingin. Alt gott um tónleikaundirvísing til børn, men ein slík ójøvn skipan hoyrir ikki heima í einum almennum fólkaskúla, har allir næmingar skulu hava javnbjóðis rættindir. Hetta tilboðið er sostatt bert fyri teir næmingar, har sum foreldrini hava fíggjarligar møguleikar, meðan næmingurin undir liðini, sum ikki hevur ráð, óbeinleiðis kemur at gjalda fyri tey, sum hava ráð gjøgnum landsins fíggjarjáttan pr. næming. 



Mentamálaráðið játtaði at fíggja hetta tiltakið í trý ár, og er henda tíðin nú runnin, tvs. at nú komu  Tórshavnar Kommuna og Kommunuskúlin at hanga upp á meginpartin av fíggingini. Hvat var so til ráða at taka, jú sjálvandi at leggja Venjingarskúlan saman við Kommunuskúlanum í skundi, fyri at fáa fíggjarligar møguleikar at halda fram við hesum tilboðnum til nøkur útvald. Ja, samanleggingin fekk so stóran skund, at Mentamálaráðið ikki hevði stundir at fylgja almenna setanarpolitikkinum um at søkja eftir stjóra. Áhugavert hevði verið at fingið at vita frá Bjørn Kalsø, hví Mentamálaráðið valdi at víkja frá almennu reglunum í hesum føri.


Sostatt er tað nú allarhelst  Venjingarskúlin, sum fíggjar meginpartin av hesum eksklusiva tónleikatilboðnum, sum vit foreldur á Venjingarskúlanum onga sum helst kunning fáa um, hóast vit hava spurt fleiri ferðir. Okkara børn skuldu sjálvandi havt fingið sama tilboð longu 1. januar 2015, tá skúlarnir vórðu lagdir saman, men leiðslan er ógvuliga tigandi um henda møguleikan. So nú eru vit eisini komin í ta støðu, at vit bara gjalda til hesi fáu útvaldu í Kommunuskúlanum. Kann ein slík ójøvn skipan góðtakast?   

 


Tórshavnar Kommuna fremur destruktivar atgerðir
Tórshavnar Kommunuskúli – elsti fólkaskúlin í Havnini - hevur verið fyri tí vanlagnu, ongan góðan at átt seinastu nógvu árini. Síðani Kommunuskúlin bleiv niðurlagdur sum skúli vegna sopp, hava næmingar og lærarar reikað runt allan býin og húsast í m.a. bingjum, barakkum og niðurløgdum skúlum. Eftir hesa vanlukkuligu atgerð, ætlar Tórshavn Kommuna nú at fremja akkurát somu destruktivu atgerð ímóti Venjingarskúlanum. Hvørja skilvísa hugsan hava avvarðandi mynduleikar hjá Tórshavn Kommunu, sum varða av hesum øki ? Hetta sær møguliga gott út á pappírinum ella í teoriini, men í praksis er hetta ein fadesa.

 

Míni ráð til samleggingina
Eri púra samd við formanninum í Lærarafelagnum, Herálvi Jacobsen, um at verandi háttur at leggja saman, áðrenn umstøðurnar eru til tað, er óðamannaverk og í ringasta føri skaðiligt. Ja, fyri Venjingarskúlan er hetta einki minni enn ein vanlukka. Tað skilabesta hevði verið at byrja við bert at savna 1. flokkarnar, sum byrja eftir summarfrítíðina. Hesi børnini eru skrivað inn í ein felagsskúla, og eru foreldrini tí fyrireikað uppá, at hesin árgangur verður savnaður á einum stað.

Latið hinar flokkarnar fáa frið, har sum teir eru nú, í teirra kendu og tryggu kørmum við teimum lærarum, sum tey kenna og eru trygg við, til Vesturskúlin stendur klárur at flyta inn í. Ein stórur partur av hesum børnunum koma ongantíð at uppliva tað lovaða landið úti á Fløtum, men verða bara offur í tilgongdini.

 

Ongin orsøk er til at bróta alt tað góða niður, ella rættari, sorla alt sundur næstu trý árini, fyri síðani at samla stykkini saman aftur í nýggja Vesturskúlanum. Tá kann so nógv vera niðurbrotið, at ivasamt er um nakar møguleiki verður fyri at bjarga offrunum.

 



Birna Jacobsen
Mamma at fýra børnum á Venjingarskúlanum